Tíðindi/Greinar

15. desember 2020

Árið 2020 farið at halla

Hetta gjørdist á so nógvar mátar eitt minningarríkt ár. Ikki minst orsakað av Covid 19, sum hevur havt stóra ávirkan á arbeiðsumstøðurnar runt um landið. Á skúlaøkinum hava vit merkt, hvussu ein alheimsfarssótt kann merkjast í øllum liðum í samfelagnum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Hóast vit við ársbyrjan høvdu hoyrt um hetta krímið, so vardi tað okkum ikki, at longu á grækarismessu skuldi hetta hava so stóra ávirkan her um leiðir. Vit hava seinastu árini hoyrt um ymiskar umfarsóttir, sum onga ávirkan hava havt á okkara gerandisdag, tí tær hava ikki rakt okkum.

Eisini her vístu vit ein sterkan vilja til at fáa sum best burtur úr. Tað tók ikki langa tíð at skipa undirvísing umvegis internetið fyri teimum elstu næmingunum, samstundis sum teir yngru næmingarnir koma aftur í skúla, men í smærri bólkum við færri vaksnum til hvønn bólk. Koronatilmælini skuldu haldast við frástøðu, reinføri og øðrum.

Umstøðurnar á skúlunum eru ómetaliga ymiskar. Vit hava stórar skúlar við nógvum næmingum og lærarum, og smáar skúlar við fáum næmingum og lærarum. Tá broyttist skúladagurin soleiðis, at undirvísing var fyri teir yngru næmingarnar og netundirvísing fyri tey eldru. Tað var ymiskt, hvørja uppgávu lærarar høvdu. Onkur arbeiddi í skúlanum við smáum børnum, onkur undirvísti heimanífrá á netinum, ímeðan onnur undirvístu bæði í skúlanum og heima. Hetta, tí tørvurin var á fleiri arbeiðstímum til sama næmingatal. Eisini her vístu limirnir í Føroya Lærarafelag arbeiðissemi, dirvi, hegni og vilja til at leggja tað arbeiðið í, sum skal til, fyri at næmingar skuldu fáa sum best burtur úr givnum umstøðum.

Hesa tíðina, har alt var øðrvísi, er Føroya Lærarafelag í lønarsamráðingum. Samráðingarnar gingu ikki skjótt, men í juni varð nýggj avtalað undirskrivað, ið gav lærarum eina lønarhækkan á 2,56% 1. okt. 2019, 1. jan 2021 hækkar lønin við 2,05% og 1. okt. 2021 við 1,25%. Hóast Fíggjarmálaráðið ynskti lønarhækkingina í krónum, var tað avgerandi fyri nevndina, at hækkingin varð í prosentum. Afturat hesum fáa leiðarar í førleikastovunum eina samsýning.

Álitisfólkadagar hava verið í heyst. Her hava álitisfólk og nevnd arbeitt við tryggingum, pensjónsviðurskiftum, virksemisætlanum, arbeiðsavtalum og ymiskum øðrum.

Fakfelagsarbeiðið hevur stóran týdning, serliga tá umstøðurnar broytast, og nógv viðurskifti skulu fáast upp á pláss. Mín fatan er, at limirnir og nevndin hava arbeitt væl, víst vilja og hegni hetta skjótt farna árið.

Við vón um, at árið 2021 ikki verður eins avbjóðandi, fari eg at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan