Tíðindi

Úrslitið er sera harmiligt

- Eg hevði vónað, at úrslitið av hesi nýggju kanningini aftur fór at vísa eina minking í happingini, eins og úrslitið var í kanningunum frá 2015 og 2019, so eg harmist um tað og taki støðuna í størsta álvara. Vit mugu alt fyri eitt í gongd við at gera neyðug átøk fyri at venda gongdini, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

04.10.2023

Fjórða kanningin um trivnað og happing í fólkaskúlanum er nú almenn. Undanfarnu kanningar (frá 2007, 2015 og 2019) vísa eina minking frá kanning til kanning, men tann seinasta, sum er gjørd tíðliga í hesum árinum, vísir, at samlaða talið av børnum og ungum, sum svara, at tey ofta ella viðhvørt verða happað, er hækkað. Gongdin, sum vit síggja í kanningunum frá 2007 til 2019, hevur verið, at 15 prosent í 2007 svaraðu, at tey verða happað, til 11 prosent í 2019. Minkingin er steðgað, tí í nýggju kanningini frá 2023 svara 17 prosent, at tey eru útsett fyri happing.

- Tað er ógvuliga keðiligt og harmiligt, at so nógv børn og ung verða happað og útihýst. Lærarar vita, at tað at arbeiða við trivnaði og fyribyrgja happing er ein uppgáva, sum er áhaldandi og ongantíð liðug. Nú verða vit enn einaferð mint á, at uppgávan at arbeiða fyri felagsskapinum og við trivnaði er átrokandi og alneyðug. Allir næmingar hava uppiborið at verða væl møttir í og at kenna seg tryggar í skúlanum. Og lærarin má hava umstøður at gera tað, hann gjarna vil og er settur at gera fyri felagsskapin í flokkinum og trivnaðin hjá einstaka næminginum.

- Skúlin er samstundis ein spegling av samfelagnum, vit kunnu ikki seta vatntætt skott ímillum skúla, heim og frítíð hjá børnunum; vit hoyra tíverri eisini um happing í miðnámi og á arbeiðsplássum hjá vaksnum, so tað er eisini ein spurningur um, hvussu vit eru saman sum heild í samfelagnum. Vit eiga øll at hyggja nærri at, hvussu vit fara við hvørjum øðrum. Næmingurin hevur einki val, men skal ganga í fólkaskúla, og tí mugu vit sum tað fyrsta í skúlanum seta ljósið á trivnaðin í flokkinum og fáa tað at rigga í skúlatíðini. At fáa felagsskapin í flokkinum at vera góðan er ein íløga í hvønn einstakan næming, bæði hvat viðvíkur trivnaðinum og læring. Øll hava gagn av tí.

Tað er trivnaðurin hjá børnum og ungum, sum gingu í 5., 7. og 9. flokki, sum er kannaður. Føroya Lærarafelag hevur í nógv ár víst á, at flokslærarin og vanligi lærarin hava alt ov vánaligar umstøður at arbeiða við trivnaði við tað, at tað eru stórir flokkar og lítil tíð til einstaka næmingin. Úrslitið av trivnaðarkanningini kann eisini síggjast sum eitt sjúkutekin í skipanini og tí undrist formaðurin í Føroya Lærarafelags ikki so nógv.

- Tað hevði verið løgið, um tað ikki hevði sæst aftur í trivnaðinum, at lærarin ikki hevur tíð til hvønn einstakan næming. Tá lærarin ikki hevur umstøður at loysa sína uppgávu, so trívist hann ikki og fær illa verið nakað fyri næmingin. Úrslitið er eisini greitt tekin um, at børn og ung ikki fara so væl við hvørjum øðrum, sum vit ynskja og eiga. Vit mugu eisini fáa foreldrini við í arbeiðið fyri felagsskapin millum børnini og trivnaðinum, tí skúlin einsamallur fær illa vent gongdini. Skúlar eiga so skjótt til ber at leggja úrslitið av kanningini fram fyri lærarunum og eisini fyri foreldrunum. So má skúlin leggja ætlanir og finna útav, hvussu skúlin og foreldur í felag kunnu skapa ein góðan felagsskap millum børn. Vit mugu finna loysnir og seta orku av í skúlanum at arbeiða við trivnaði, og tað merkir samstundis, at minni orka er til annað í eina tíð.

Nýggja kanningin er eisini ein staðfesting av, at lærarin eigur at fáa betri tíð til næmingarnar og flokkin, heldur formaður Føroya Lærarafelags. Fleiri og fleiri børn og ung hava brúk fyri nógvari tíð einsæris við læraranum ella í smáum bólkum, og tað merkir, at tað ofta er brúk fyri tveimum lærarum í flokkinum.

- Nógvar av broytingunum, sum eru í uppskoti at verða gjørdar í fólkaskúlalógini, fara at gera støðuna hjá næmingunum betri. Tvílæraraskipan og færri næmingar í flokkunum fara at gera umstøðurnar at arbeiða við tí fakliga og trivnaðinum í flokkinum og einstaka næminginum nógv betri. Vit hava í nógv ár vitað og rópt varskó, at flokslærarin og lærarin eru ógvuliga sperdir og ongan møguleika hava at røkka øllum næmingunum, tí uppgávurnar eru so nógvar, og tí lærarar undirvísa so nógv. Vit vita eisini, at meiri tíð flokslærarin og vanligi lærari hava at taka sær av felagsskapinum, betri samband hevur hann við næmingin. Tað er saman við foreldrunum, at flokslærarin kann seta kósina, sum sigur, hvussu mann tosar og er saman við sínum vinum og skúla feløgum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.