Tíðindi

Ótryggu setanarviðurskiftini hjá lærarum kannast

Tá summarfrítíðin nærkast, kenna nógvir lærarar seg ótryggar. Talan er um lærarar í tíðaravmarkaðum starvi; ofta ganga nógv ár innan lærarar fáa fast starv og harvið trygg setanarviðurskifti.

22.06.2021

Í oddagrein í Skúlablaðnum í juni viðgjørdi formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, henda trupulleika.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, ið varðar av skúlamálum, sigur seg ikki hava hoyrt so nógv um henda trupulleika í síni tíð sum landsstýrismaður, men hann er sinnaður at kanna setanarviðurskiftini, nú formaðurin í Føroya Lærarafelag hevur víst á hesi viðurskifti.
- Júst hetta málið er ikki eitt mál, sum eg havi hoyrt nógv um, síðani eg tók við sessinum sum landsstýrismaður í skúlamálum. Men jú, onkuntíð havi eg hoyrt tað nevnt, men tá í sambandi við viðgerð av øðrum málum, og eg veit, at eisini hevur verið tosað um málið millum avvarðandi partar av og á, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

Hevur við trivnað at gera

Jenis av Rana metir, at trupulleikarnir viðvíkjandi setanarviðurskiftunum hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi, hava við trivnaðin á arbeiðsplássinum at gera.

 - Nú málið er komið fram aftur, millum annað í oddagreinini hjá formanninum í Føroya Lærarafelag, fara vit fegin í samskifti við Lærarafelagið og onnur, sum vilja bøta um hesi arbeiðsviðurskifti hjá lærarum. Tí her er talan um ein trupulleika, sum hevur við sjálvt grundarlagið undir trivnaðinum at gera, ikki bara hjá einstøkum lærarum, men harvið eisini á arbeiðsplássi teirra - skúlum okkara, sigur Jenis av Rana.

 - Júst hesin trupulleikin, trivnaður í arbeiðinum, er so grundleggjandi og avgerandi fyri ikki bert lærarar, men fyri hvørt einasta starvsfólk, bæði í almennum og privatum størvum, heldur Jenis av Rana.

 At lærarar í fleiri ár eru í tíðaravmarkaðum starvi, og harvið á hvørjum ári kenna seg ótryggar og mugu søkja av nýggjum, er ikki nøktandi, metir hann.

- Vit fara sum skjótast í gongd við at kanna málið, og í tí sambandi at bjóða Lærarafelagnum og øðrum, sum hava við økið at gera, at verða vælkomin við, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Tekstur: Dagfinn Olsen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.