Tíðindi

Í morgin er síðsta freist hjá skúlum at melda til Listaleypin

14 spennandi listaverkætlanir eru í Listaleypinum í ár, og øll tilboðini eru ókeypis hjá skúlum í teimum kommunum, sum taka lut í verkætlanini.

14.09.2018

Ársins Listaleypur er 14 spennandi listaverkætlanir úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki, Hollandi og Kekkia. Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða og fjølbroytta yrkislist úti á skúlunum kring landið. 

Tilboðini í Listaleypinum fevna um sjónleik, opera, animatión, installatión, dans, arkitektur, skuggasjónleik, myndlist, palllist, tónleik, komponering og sangskriving. Úr rúgvuni av tilboðum kunnu nevnast Arkitektururin dansar, ið er ein samanrenning milum arkitektur og dans; klovnakynstur og sjónleikavenjing við Fritjof Fomlesen og norrøna operasøgnin Vølvunnar dómur. 

Í Listaleypinum eru eisini tvær longri verkætlanir, har næmingar og lærarar, saman við listafólkunum, fáa møguleika at fara í dýpdina við listaligu tilgongdini í eitt longri tíðarskeið. Slow Adventure er ein rannsóknarferð og leitan eftir at vita, hvat tað er at ganga í fjøllunum og í verkstovuni Tónleikur og talgildir miðlar skapa og framføra næmingarnir sínar egnu føroysku sangtekstir.

Tá skráin verður løgd, verður dentur lagdur á at røkka so nógvum aldursbólkum sum til ber og at spjaða vitjaninar um alt landið. 

Á hvørjum ári kunnu føroysk og útlendsk listafólk søkja um luttøku í Listaleypinum, og í ár var áhugin metstórur við fleiri enn 100 umsóknum. Ein úrvalsnevnd við yrkiskønum listafólkum, lærarum og námsfrøðingum velur millum innkomnar umsóknir.

Á myndini Rannvá Káradóttir, samskipari í Listaleypinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.