Tíðindi

Í komandi viku eru læraradagar

Í døgunum 7.- 9. november skipar Nám fyri læraradegi í Norðurlandahúsinum við høvuðsevninum talgildisbúgving. Allir fólkaskúlalærarar í landinum luttaka á einum av døgunum.

31.10.2023

Hugtakið talgildisbúgving hevur seinastu árini fingið týðandi leiklut í skúlaverkinum, og á Læraradegnum varpa vit ljós á hugtakið, bæði í undirvísingarligum høpi og í størri høpi.

Skráin er tann sama allar tríggjar dagarnar. Talan er um tveir høvuðsfyrilestrar, sum eru til allar luttakararnar, og fimm verkstovur, sum verða í tveimum umførum, soleiðis at einstaki lærarin velur tvær verkstovur at luttaka á.

Skráin kann takast niður á undirvísingarportalinum Snar: https://snar.fo/laeraradagur23


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.