Tíðindi

Í dag kappast næmingar í íverksetan

Sjey bólkar kappast í finaluni um SkúlaFM. Hetta er árliga kappingin, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið kappast í íverksetan. Finalan byrjar kl.09.30 og verður í Varpinum í Klaksvík.

23.02.2024

Næmingar úr framhaldsdeildunum kring alt landið hava seinasta árið luttikið í skeiðum, sum Íverksetarahúsið hevur skipað fyri. Hetta eru skeið í: Start-up, Søla & Framførsla , Leiðsla & Nýskapan.

Harumframt hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan á skúlunum og hava á tann hátt eisini arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur, sum tey síðan hava ment.

Tað eru nøkur av hesum hugskotunum, ið vit fara at síggja meir til í dag. SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, har sjóneykan verður sett á stovnsetan av egnum virki. Verkætlanir sum hesar eru við at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum, longu frá ungum árum, umframt at tær geva næmingum møguleikan at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Í ár eru næmingar frá Skúlatrøð, Eysturskúlanum, Tofta- og Runavíkar kommunuskúla, Skúlanum á Giljanesi, NámX og Skúlanum við Løgmannabreyt við til finaluna.

Til finaluna fríggjadagin verður tað landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, ið setur finaluna. Harumframt fer Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, at bera fram røðu. Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. 

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Next Level er líknandi donsk kapping fyri skúla ungdóm.

Betri og Føroya Tele geva 5.000,- kr. til vinnandi bólkin, sum síðan er ein partur av fíggingini til ferðina til Next Level kappingina í Danmark. Bólkur nr. 2 og 3 fáa somuleiðis ein vinning á ávíkavist 1.500 kr. og 1.000 kr. 

SkúlaFM er eitt samstarv ímillum Íverksetarahúsið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og skúlarnar kring landið.

Kelda: https://iverksetan.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.