Tíðindi/Greinar

23.10.2018

Ársins Vitanarfróðu bjóðar aftur næmingum at undrast

Vísindavøkan á økinum við Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju var ein áhugaverdur dagur, ið gevur innlit í granskingararbeiði í Føroyum. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Sum lærari dámdi mær dagin væl, tí næmingarnir fingu høvið at møta eldhugaðum fólki, ið arbeiða við viðkomandi gransking, og at fáa innlit í teirra arbeiði og úrslit. Hetta eru tættir, ið eg illa fái møtt næmingunum við inni í skúlanum.

Mínir næmingar møttu fleiri lutum, ið vakti forvitni og undran. Serliga dámdi mær vitjanina umborð á rannsóknarskipinum Magnus Heinason, har starvsfólk á Havstovuni greiddu granskingararbeiðinum, ið tey gera umborð. Onkur næmingur máttu heintast haðani, tá ið vit máttu fara heim aftur. Tá tílíkar løtur eru, har næmingar mugu dragast av stað, tá hevur vitjanin víst sítt virði.

Á Vísindavøkuni var granskingarkappingina “Árslins Vitanarfróðu 2018/19” sjósett. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, greiddi frá kappingini. Vit í skúlunum kunnu gleðast um, at kappingin aftur í ár er sett á skrá hjá Granskingarráðnum og Námi. Seinasta skúlaár slapp eg at fylgja við arbeiðinum hjá tveimum flokkum í teirra undran og kanningararbeiði. Í arbeiði fingu næmingarnir fylgt síni undran og hugsavnað seg um evnið longri tíð. Tað sást eisini aftur í arbeiðinum og innlitinum, ið næmingarnir fingu.

Undirvísingin í náttúrulærugreinunum er í stóran mun stýrd av fakligu førleikamálunum í námsætlanini. So má verða, tí at hesi mál verða vigað í royndunum. Fakligu málini eru mong, skulu tey røkkast, so er lítið pláss fyri undirvísing, har fakligu málini er sett í aðru røð, men arbeiðshátturin og forvitnið hjá einstaka næminginum er í málið við undirvísingini.

Úrslitinum í PISA-kanningini frá 2015 vístu, at føroyskir næmingar stóðu seg ikki væl í náttúruvísindum. Serliga tí partinum av náttúruvísindum, har tey skulu brúka sína vitan og taka støðu. Hetta eru førleikar, ið okkara næmingar eiga at menna í skúlanum. Tí er tað gott, at næmingarnir fáa tíð at undrast og arbeiða kannandi í skúlanum, so tey betur at kenna náttúruvísindaliga háttalagið og verða før fyri at meta um og seta spurningar við úrslit frá kanningum. At luttaka í ”Ársins vísindafróðu” fer at styrkja hendan førleikan hjá næmingunum.

Kappingin er fyri flokkar í miðdeild og hádeild, og freistin at lata granskingartilfar til kappingina er 11. apríl í 2018. Kunningin til kappingina í ár er komin tíðliga, og freistin at lata inn er seint skúlaárinum, so at lærarar hava góðar stundir at rokna kappingina við í ársætlanin fyri flokkin. Vegleiðingin til kappingina er greið, og leisturin, sum er gjørdur við norskari fyrimynd til granskingararbeiði, er lættur at byggja á. Á norsku síðuni hjá kappingini eru eisini dømini um granskingararbeiði hjá norskum skúlanæmingum. Heimasíðan er áhugaverd sum íblástur, og fleiri kanningar eru stuttligar at lesa.

Granskingarráðið og Nám eiga takk fyri tilboðið og tilfarið, ið fer at stuðla granskingararbeiði hjá næmingum í skúlanum. Eg vóni, at nógvir skúlaflokkar fáa høvi at verða við í kappingini og ynskji okkum góða eyðnu við arbeiðinum.

Frágreiðing um kappingina á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/hvorji-verda-arsins-vitanarfrodu-2018-19/

Granskingarverkætlanir frá flokkum til kappingina í 2017:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2017/arsins-vitanarfrodu/fragreidingar-2017/

Norska síðan hjá kappingini:

https://www.nysgjerrigpermetoden.no/

Dømi um gransking, á norskum (Berjast dreingir meira enn gentur?):
https://www.nysgjerrigpermetoden.no/Prosjekt/Report/50615


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan