Tíðindi

Vitlíki – møguleikar og avbjóðingar í skúlahøpi

Í støðisnámsætlanini eru kt-førleikar og talgildisbúgving ein partur av støðisførleikunum og verða býtt í seks øki. Fleiri av hesum økjunum eru viðkomandi í sambandi við vitlíki.

25.10.2023

Vitlíki, sum á enskum verður kallað artificial intelligence (AI), trein serliga á almenna pallin í 2022, tá ið sokallaði kjattbotturin, ChatGPT, varð tikin í nýtslu. Við hesum var brádliga møguligt hjá øllum at royna, hvat hetta slagið av vitlíki kann. Við vanligum teksti bar til at geva kjattbottinum eina uppgávu, sum síðani var loyst upp á sera stutta tíð.

Vitlíki kann lýsast sum ein maskina, sum á ymiskan hátt hermar eftir menniskjaligum viti. Vitlíki kann tí lættliga greina dátur, tillaga seg til nýggjar upplýsingar og gera forsøgnir. Vitlíki kann við øðrum orðum útinna og avgreiða uppgávur, sum annars bert vóru møguligar hjá menniskjum at gera.

Vitlíki byggir á sera stórar mongdir av dátum og ert ført fyri at síggja mynstur og gera forsøgnir út frá teimum dátum, sum eru tøkar. Hyggja vit at kjattbottinum, ChatGPT, sum vit serliga umrøða í hesi greinini, so verður hesin bólkaður undir framleiðandi vitlíki (Generative AI). Hetta merkir, at kjattbotturin kann framleiða tilfar, í hesum førinum tekst, sum svarar til tað sum brúkarin skrivar í tekstteigin. Kjattbotturin er uppvandur við at nýta ómetaliga stórar mongdir av dátum, frá t.d. heimasíðum, samskifti á sosialum miðlum og annað tilfar, sum finst á netinum. Kjattbotturin skal tó ikki skiljast sum ein vitanarbanki, tí hann svarar ikki út frá faktuellari vitan. Svarið er heldur bygt á tey mynstur í dátusettinum, sum mest sannlíkt kunnu setast í samband við innskrivaða tekstin frá brúkaranum.

Vansar við vitlíki

Vansin við hesum er, at tað altíð fer at vera ein ávís helling í svarunum. T.d. verður funnist at dátusettinum, sum kjattbotturin byggir á, fyri at byggja ov nógv á eitt amerikanskt virðisgrundarlag. Og kritikarar vilja vera við, at hetta við tíðini fer at ávirka eitt nú evropiska samleikan. Av tí sama eru fleiri evropisk lond farin undir at menna ein kjattbott, sum byggir á virðisgrundarlag meira líkt evropeiskum. Samstundis merkir hetta eisini, at tey, sum hava flest atkomuligt tilfar, kunnu gera betri og sterkari vitlíki. Hetta er eisini orsøkin til, at kjattbotturin ikki er serliga góður á føroyskum. Hann hevur sera avmarkað tilfar at nýta, og ofta minnir tilfarið nógv um íslendskt, og hann svarar ofta á íslendskum. Væntast kann, at hann fer at blíva betri á føroyskum, men tað er ivasamt, um hann nakrantíð kann kappast við kjattbottar, sum nýta enskt mál. Hetta verður ofta nevnt fyri talgilt fátækradømi, har tey við nógvari talgildari atgongd gerast sterkari, meðan hini gerast veikari.

ChatGPT í skúlahøpi

Síðani ChatGPT bleiv heimskendur, er sera nógv skrivað um hann. Hann hevur serliga verið nógv umrøddur innan skúla- og útbúgvingarøkið í øllum heiminum. Nógvir spurningar stinga seg upp: gevur tað meining at geva næmingum skúlating fyri, tá teir hava atgongd til ChatGPT? Og hvussu við skrivligum uppgávum? Hvussu tryggja vit, at uppgávurnar eru gjørdar av einum fólki og ikki av einum tilgjørdum viti? Ber tað yvirhøvur til at eftirkanna? Summi skúlafólk tala fyri at steingja netið, at fara aftur til pappír og blýant. Onnur eggja til at summa seg og leggja upp til, at skúlin skal læra næmingarnar at brúka kjattbottin gagnligt.  

Sambært Jeppe Bundsgaard, professara á DPU, byggir kjakið um kjattbottin innan skúlagátt á skeivar fortreytir. Hann er samdur í, at tað fer at verða lættari at snýta við kjattbottinum og enn torførari at uppdaga snýt. Og hetta er ein avbjóðing. Tó heldur hann, at tað er áhugavert, at “snýt” er tað týdningarmesta sjónarhornið í kjakinum. Hetta vísir í ein mun, at læringin ikki er tað mest týdningarmikla, men heldur tað at avrika. Hóast Bundsgaard serliga hevur gymnasialt miðnám í huga, er hetta eisini viðkomandi fyri fólkaskúlan.

Bundsgaard vil vera við, at tey, sum finnast at kjattbottinum, tí hann ger tað lættari hjá næmingunum at snýta, síggja próvtøkuprógvið sum endamálið við skúlagongdini. Men prógvið er ikki høvuðsendamálið, sigur Bundsgaard. Endamálið við skúlagongdini snýr seg um albúgving, um hugbinding og um kritiska hugsan. Við øðrum orðum, at næmingarnir ogna sær lívsmegi. Og tað er nakað heilt annað enn, at næmingarnir skulu vísa, at tey duga at fremja.

Væntast kann, at vitlíki verður ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá teimum næmingum, sum nú ganga í skúla. Tí mugu teir læra at nýta og grundleggjandi at skilja, hvussu vitlíki riggar. Gera teir ikki tað, kunnu vit vænta, at teir nýta t.d. kjattbottin óskynsamt og uttan kritiska hugsan.

Tí er eisini neyðugt, at næmingarnir albúgvast til ein talgildan heim. Hesin parturin av albúgvingini verður kallaður talgildisbúgving.

Talgildisbúgving í sambandi við vitlíki

Í støðisnámsætlanini eru kt-førleikar og talgildisbúgving ein partur av støðisførleikunum og verða býtt í seks øki. Fleiri av hesum økjunum eru viðkomandi í sambandi við vitlíki. Í hesum sambandi kunnu Fatan og teldulig hugsan og Metingarevni serliga takast fram. Við Fatan og teldulig hugsan er, at næmingar skulu hava førleikar at meta um teir møguleikar og tær avmarkingar, sum vitlíki hevur. Teir skulu tí hava eina grundleggjandi fatan av, hvussu vitlíki, í hesum førinum ChatGPT, virkar. Á henda hátt kunnu teir betur meta um, um teir kunnu hava álit á tí, sum kjattbotturin framleiðir. Teir skulu eisini duga at meta um samspælið, sum er ímillum menniskjað og tøknina, sum í hesum samanhanginum er sera viðkomandi.

Metingarevni er eisini ein sera týðandi førleiki at hava í sambandi við framleiðandi vitlíki. Hesin førleikin inniheldur millum annað at vera keldukritisk/ur. Framleiðslan hjá t.d. ChatGPT kann vera so sannførandi og so menniskjalík, at tað kann vera torført at gjøgnumskoða, um talan er um menniskjaligt avrik ella avrik, framleitt av einum kjattbotti. Tí er sera umráðandi at duga at meta um innihaldið í tí framleidda. Hetta hongur eisini saman við, at næmingarnir nema sær vitan og fáa eitt sterkt vitanargrundarlag, sum teir kunnu nýta í keldukritikkinum.

Vandin við ymiskum sløgum av vitlíki er, at menniskju kunnu gerast býttari, tí tey í minni mun fara at menna og brúka egnar førleikar, men í størri mun fara at lata tøknina gera ymiskt fyri seg. Men skulu næmingar vera førir fyri at meta um alt, sum vitlíki kann framleiða og harvið vera keldukritisk, er neyðugt, at tey framhaldandi og kanska í enn størri mun nema sær kunnleika og fimi í teimum ymisku lærugreinunum. Samstundis gerst albúgvingin meira og meira neyðug, so vit kunnu tryggja okkum, at vit hava eitt sterkt grundarlag at standa á, tá vitlíki fer at trína meira og meira fram.

Skrivað: Tóri Slættalíð og Dorthe Pedersen. Greinin stendur í Skúlablaðnum, sum kemur út í dag.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.