Tíðindi

Vitanarráðstevna um børn og ung

Í gjár var Norðurlandahúsið karmur um stórfingna vitanarráðstevnu í sambandi við Barnaverkætlanina, sum fýra landsstýrisfólk og formansskapurin í Kommunufelagnum í felag eru farin undir.

14.11.2023

Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, sum hevur fingið uppgávuna at standa fyri verkætlanini. Men hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í løgmálum saman við formansskapinum í Kommunufelagnum, sum eru borgarstjórarnir Torbjørn Jacobsen, formaður, og Heðin Mortensen, næstformaður.

Øll vóru hesi við á ráðstevnuni, saman við fakfólkum frá teirra geirum, umframt nógvum ymsum áhugapørtum í samfelagnum. Tilsamans vóru umleið 250 luttakarar á ráðstevnuni, sum veruliga setti hol á ta breiðu fólksligu tilgongdina við barnaverkætlanini.

Fleiri áhugaverdar fakligar framløgur vóru á ráðstevnuni, sum lýstu ymsar tættir innan barna- og ungdómsøki. Eisini greiddi umboð úr Íslandi frá, hvussu tey vóru farin undir eina líknandi tilgongd.

Allir luttakarar arbeiddu virknir saman við at lýsa viðurskiftini og at tekna ein samlaða mynd av støðuni og skitsera møguligar loysnir fyri avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í okkara samfelag. Tað framleidda tilfarið frá ráðstevnuni fer nú at innganga sum partur í strategisku tilgongdini, sum verður løgd til rættis fyri, hvussu farið verður víðari við Barnaverkætlanini.

Málið er at sameina tænastur, sum verða veittar børnum og ungum, so tey fáa viðburð og trivnað. Forðingar millum ymsu skipanirnar skulu lagast niður, og tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur. Eisini skal arbeiðast við fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøkum fyri at røkka málinum. Ætlanin er eisini at styrkja granskingina, sum viðvíkur hesum økinum, soleiðis at arbeitt verður málrættað og grundað á vitan.

Les røðuna hjá landsstýrismanninum og meiri um verkætlanina á bumr.fo https://www.bumr.fo/fo/kunning/tidindi/vitanarradstevna-um-boern-og-ung


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.