Tíðindi

Vit skulu brúka landsroyndina til at menna undirvísingina

Nógvar av atfinningunum viðvíkjandi landsroyndunum snúgva seg eisini um didaktikk og námsfrøði. Hesar atfinningar mugu viðgerast. Og ongantíð ov skjótt eftir míni meting. Eyðun Gaard, stjóri á Námi og Próvstovuni, skrivar

21.08.2019

Tað er ikki haldbart, at vit hava so nógv ivasemi, hvørt landsroyndirnar eru ein dýr, orkukrevjandi og meiningsleys tíðarspilla. Ei heldur er tað haldbart, um skúlaleiðslur og lærarar ikki halda, at tær í nóg stóran mun verða brúktar sum námsfrøðiligt amboð.

Landsroyndin vísir eina løtumynd av næminginum júst tann dagin, royndin verður framd. Úr hesu løtumynd fáa lærari og skúli eina vitan, ið kann brúkast til námsfrøðiliga menning á tveimum stigum. Hetta er eisini ætlanin við landsroyndini námsfrøðiliga og frálærufrøðiliga. Landsroyndin gevur okkum møguleika fyri vitanargrundað at skipa undirvísingina og leggja dent á, hvussu vit hjálpa næminginum at nema sær kunnleikar og førleikar.

Vit mugu sjálvsagt tryggja okkum, at vitanin frá landsroyndini verður nýtt miðvíst sum eitt námsfrøðiligt amboð. Og vit eiga at spyrja okkum sjálv, hvat vit kunnu gera betri við landsroyndini?

Hvussu kann skúlin brúka landsroyndina?

Fólkaskúlalógin sigur: “Skúlaleiðarin skal í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at skúlin hevur fingið royndarúrslitini, senda Mentamálaráðnum eina frágreiðing um, hvørji tiltøk og ætlanir úrslitini í landsroyndini hava elvt til.”

Hyggja vit at, hvussu landsroyndin kann brúkast til menning av einstaka næminginum, so er fyrsta stigið, at lærarin fær innlit í, hvussu einstaki næmingurin klárar seg í royndini. Hetta gevur læraranum møguleika at nýta úrslitið á ein mennandi hátt saman við næminginum sær, soleiðis at næmingurin kann gera ábøtur júst har, hann ikki er so stinnur.

Tað kunna vera ymiskar orsøkir til, hví næmingurin ikki megnaði uppgávuna í landsroyndini júst tann dagin. Kanska var hann bert illa fyri júst í tí løtuni? Men tað kann eisini vera, at næmingurin ikki hevur skilt spurningin og innihaldið í honum ella evnið, ið verður viðgjørt. Tí er tað sera umráðandi, at lærarin hevur hesi viðurskifti við í síni eftirmeting. Tað er her, lærarin skal viðgera íkomna úrslitið út frá heildini, sum hann sær barnið í. Og tað er samstundis her, at námsfrøðiligu amboðini hjá læraranum gera seg galdandi. Út frá hesum kann hann gera sær sína námsfrøðiligu og didaktisku ætlan fyri, hvussu næmingurin byggir víðari á tað, ið er lært, ella ikki enn er lært.

Lærarin kann á ein lættan og einfaldan hátt brúka núverandi Wiseflow-skipanina til saman við næmingi og foreldrum at fara inn og viðgera úrslitið hjá einstaka næminginum. Longu her hevur nýggja skipanin víst sína dygd og tænt tí endamáli, eg havi nevnt omanfyri.

Yvirskipað fáa skúlarnir eitt samlað úrslit fyri sínar flokkar í mun til miðaltalið í landinum. Hetta merkir, at leiðslan fær at vita, hvussu teirra skúli liggur í mun til hinar skúlarnar í landinum. Liggur skúlin eitt nú á einum góðum miðaltali í eini lærugrein, men lágt í eini aðrari, so hava lærarar og skúlaleiðsla møguleika at kanna og viðgera, hvussu tað ber til, at somu næmingar klára seg ymiskt alt eftir lærugrein.

Hvat kann landsins skúlamyndugleiki nýta landsroyndina til?

Løgtingið hevur ásett í fólkaskúlalógini, at próvtøkur og landsroyndir skulu haldast á hvørjum ári. Hetta krevur, at vit áhaldandi viðgera, hvussu vit eftirmeta, og hvussu vit vera betri til at gera eftirmetingar. Umframt, at skúlamyndugleikin við landsroyndini kann síggja, hvussu støðan í landinum er júst hendan ávísa dagin á árinum, so kann Nám nýta landsroyndirnar í síni menning av uppgávuspurningum.

Í Pisa-høpi síggja vit, at spurningarnir eru settir meira reflekterandi, ímeðan vit til landsroyndina og aðrar royndir í fólkaskúlanum seta meiri faktuellar spurningar. Hetta eigur at geva okkum nakað at hugsa um. Vit mugu sum tað fyrsta allýsa, hvat slag av vitan, ið spurningarnir í landsroyndini umboða. Hvat vilja vit, at okkara næmingar skulu læra í skúlanum í hesum talgildu tíðum, har til ber at googla seg fram til næstan øll faktuell svar? Henda spurningin mugu vit seta.

Uppgávurnar í landsroyndini verða smíðaðar í mun til førleikamálini í námsætlanunum. Nám er biðið av Mentamálaráðnum um at eftirmeta námsætlanirnar. Tí skal Nám frameftir brúka størri orku at viðgera námsfrøðiligar og didaktiskar spurningar út frá landsroyndunum og finna loysnir saman við skúlunum um, hvussu vit námsfrøðiliga lyfta fólkaskúlan longri fram á leið. Og tað er eyðsæð at brúka landsroyndarúrslitini og uppgávusetingina í hesum greiningararbeiðinum. Eisini er vert at hyggja at lærubókatilfarinum og kanna, í hvønn mun samsvar er ímillum námsætlan og tilfar. Nám hevur nú eisini námsráðgevar í starv, ið kunna stuðla skúlunum í teirra stremban eftir at gera einstaka skúlan enn betri.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2019


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.