Tíðindi

Vit mugu duga betur at menna felagsskapin

- Skúlin hevur í størri mun fingið uppgávuna at menna børn í felagsskapinum, tí felagsskapurin er ikki longur í sama mun heima. Hesa uppgávuna mugu vit í skúlanum raðfesta hægri, sigur Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

04.10.2023

Floksins tími kundi verið ein tími, har arbeitt verður miðvíst við felagsskapinum, heldur formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum, Jónleif Johannesen. Nógvar atfinningar vóru ímóti floksins tíma, til hann at enda var strikaður fyri nógvum árum síðan. Jónleif Johannesen heldur, at hann átti at komið á tímatalvuna aftur við einum greiðum innihaldi. Úrslitið í nýggju trivnaðarkanningini vísir, at 17 prosent av næmingunum í 5., 7. og 9. flokki kenna seg at vera fyri happing, og ein enn størri partur kennir seg útihýstan ella ber ótta fyri at vera útihýstur. Nógvir av næmingunum eru uttan fyri felagsskapin, tey vilja vera partur av, og nógvir næmingar eru bangnir fyri ikki at vera partur av felagsskapinum.

- Spurningurin, sum vit mugu seta okkum, er, um vit skulu brúka meiri orku at menna felagsskapin. Trivnaður og tryggleiki eru fortreytin fyri góðum læringsumhvørvi. Spurningurin er bara, um vit tora at raðfesta felagsskapin fram um flugubein í námsætlanini. Varpa vit ljós á felagsskapin og týdningin av honum, fáa vit ein betri skúla.

Dagføringarnar, so sum færri næmingar í hvørjum flokki og betri tíð til flokslærarauppgávuna, sum ætlanin er at fremja í fólkaskúlalógini, fara væntandi at skapa betri fortreytir fyri, at næmingurin trívist í skúlanum, heldur Jónleif Johannesen.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.