Tíðindi

Vit eiga at taka lógvatak at venda gongdini

Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fekk í dag handað nýggju kanningina, sum er gjørd av trivnaðinum í 5., 7. og 9. flokki kring landið.

03.10.2023

Nærum 1700 næmingar hava svarað spurnablaði um trivnað í februar og mars í ár. Landsstýrismaðurin hevði vónað eitt betri úrslit.

- Hetta var ikki akkurát tað úrslitið, sum vit høvdu vónað at fingið ella sæð frammanundan, tí talan hevur verið um eina minking í teimum seinastu kanningunum. At tað eru 17 prosent, sum siga seg vera happað, ið er tvey prosent hægri enn í 2007, er ein gongd tann skeiva vegin, og tí eiga vit at taka lógvatak at venda gongdini, tí eingin næmingur eigur at vera happaður. Tað eigur at vera nullhugsjón. Tí eiga vit at seta átøk í verk beinanvegin, soleiðis sum kanningarbólkurin leggur upp til í tilmælunum, tí skúlin er jú karmur um so øgiliga stóran part av barna- og ungdómstíðini, og tað er har, at búningin og dannilsið fer fram. Tí mugu vit hava tað sum fastan part av barna- og ungdómstíðini at vera góð hvønn annan, tá vit eru saman.

Í kanningini eru eisini glottar, og teir tók landsstýrismaðurin fram. Næmingum dámar at læra, teimum dámar fríkorterini, somuleiðis dámar teimum at spyrja læraran. Tá ið talan er um viðurskifti, sum ikki eru góð, eru vantandi arbeiðsfriður og broyttur hugburður til lærugreinir nakað ið gongur aftur.

- Nú fari eg at nærlesa kanningina saman við starvsfólkunum í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Eg eri sannførdur um, at tilmælini frá arbeiðsbólkinum, sum hevur arbeitt við broytingum í fólkaskúlalógini, til dømis lækkandi næmingatali, styrktari tvílæraraskipan, menning av flokslæraraarbeiðnum, skipaðari eftirútbúgving av lærarum og øðrum fara at gera viðurskiftini betri, og eisini tað at vit taka nøkur politisk stig. Tað er somuleiðis øgiliga týdningarmikið, at næmingaráðini verða hoyrd, og at tey hava kensluna av at tey verða tikin í álvara. Og so fari eg eisini at tryggja, at skúlarnir fáa innlit í úrslitini í egnum skúla, og at tað í samstarvi við Nám og Undirvísingarstýrið verður veitt ráðgeving og hjálp til at greina úrslitini.

Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur tikið stig til kanningina. Staðið fyri kanningini hava starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya: Erla Olsen, rektari og lektari á Námsvísindadeildini, Katrin av Kák, lektari á Námsvísindadeildini, Annika H. Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og Laufey H. Blaasvær, M.S.sc í sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Námsvísindadeildini.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.