Tíðindi

Vit eiga at læra at svimja úti, ikki í svimjihyli, halda granskarar

Nærum øll, sum drukna í Noregi, drukna í áum ella á sjónum, men kortini fer øll undirvísing í svimjing fram í svimjihyli.

07.01.2022

Vatn er deiligt og kann vera frískligt og stuttligt at vera í, men vatn kann eisini vera vandamikið. Hvørt ár drukna nógv fólk; í Noregi er talið 100; tað er fleiri enn tey, sum lata lív í ferðsluni. Men tað verður tosað meiri um, hvat vit kunnu gera fyri at forða, at fólk lata lív í ferðsluni, enn hvat vit kunnu gera at forða, at fólk drukna.

Mest sum bara sviming úti

Tá ið tú lærir at svimja í skúlanum, ert tú í svimjihyli. Soleiðis er tað næstan alla staðni; nærum eingir skúlar hava svimjiundirvísing í áum ella sjónum, siga granskarar. Er orsøkin, at tað er ov kalt at hava undirvísingina uttandura?

Granskarar hava kannað, hvussu undirvísingin fer fram í Noregi. Har eru teir komnir eftir, at tað er ymiskt; skúlar norðanfyri í landinum hava oftari undirvísing uttandura samanborið við skúlar sunnanfyri, og tað kann kanska tykjast løgið, tí tað er kaldari norðanfyri enn sunnanfyri.

Ikki nóg gott

Tað er undir øllum umstøðum ikki nóg gott, at undirvísingin bara fer fram innandura, halda granskararnir. Teir hava skrivað bók, teir nevna Utendørs svømming og livredning; hon snýr seg um at læra at svimja og bjarga lívi.

Her skriva teir, at tá ið tú lærir at svimja í svimjihyli, lærir tú ikki at klára teg í aldum og streymasjógvi. Tað er, sum alt annað í lívinum, halda teir. Tá mást venja tað, tú vilt duga, sama um tað snýr seg um at sparka fríspark ella benda sagnorð. Og dettur tú ígjøgnum ísin á eini tjørn, mást tú venja, hvussu tú kemur upp aftur. Tað lærir tú ikki í einum svimjihyli. Jú meiri umhvørvið, tú venur í, minnir um tað, sum tú skalt svimja í, jú meiri lærir tú.

Av báti og hálum steinum

Tey flestu, sum drukna, drukna fram við landi. Tey detta á sjógv av hálum steinum, frá einum bryggjukanti ella av einum báti. Sjógvurin er ofta kaldur ella streymasjógvur, tá ið óhappið hendir. Granskarar halda, at næmingar, sum læra at svimja, mugu venja slíkar støður. Hvussu tað kennist at svimja í klæðum í ísakaldum sjógvi, hvat hendir um báturin, tú ert í, koppar, hvat hendir, um tú fert gjøgnum ís, og hvussu tú kemur upp aftur.

Bæði úti og inni

Granskararnir, sum hava skrivað bókina, halda, at vit leggja ov lítið í tað, sum hevur størst týdning við at læra at svimja, nevniliga at bjarga lívi. Tí vit eiga at læra at svimja bæði inni og úti. Vit kunnu læra at gerast von við vatn við at vera í heitum svimjihyli, men vit eiga eisini at venja í natúrligum umhvørvi, soleiðis at vit læra, hvussu vit eiga at gera, um vit enda á sjónum av óvart.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.