Tíðindi

Vit duga ikki nóg væl at síggja børn við autismu

- Í høvuðsheitum verða børn við autismu útgreinað alt, alt ov seint, og serliga gentur. Tað kundi sagt okkurt um, at vit ikki duga nóg væl at síggja tey, sigur Malan Mohr, lærari og samskipari av undirvísingartilboðnum til næmingar við autismu í Hoyvíkar skúla

19.03.2018

Autismuspektrið er vítt, og tú kanst siga, at eingin, ið hevur autismu, er eins. Undir autismu hoyrir til dømis:

Infantil autisma, har barnið frá nýføðingi av ikki hevur eina vanliga menning.

Atypisk autisma er ikki tann vanligi hátturin av autismu. Tey hava ikki trupulleikar við øllum trimum høvuðseyðkennunum, sum eru: samskifti, sosialt samspæl og einsháttaður atburður, men bert eitt ella kanska tvey av hesum eyðkennum. Barnið kann eisini fáa diagnosuna, um man sær tekin, eftir at barnið er vorðið 3 ár.

Asperger-syndrom er eisini autisma. Tey hava somu avbjóðingar við samskifti, sosialum samspæli og einsháttaðum atburði. Munurin á Asbergers syndromi og autismu er, at barnið hevur havt eina vanliga menning, til barnið er 3 ára gamalt. Tað vil siga, at barnið er farið at ganga, er byrjað at tosa v.m sum vanlig børn.

Malan Mohr, lærari og samskipari av undirvísingartilboðnum til næmingar við autismu í Hoyvíkar skúla, heldur, at serliga børn, sum hava Asperger-syndrom, fáa diagnosu seint, og tað kann vera sera óheppið fyri teir.

- Í nógvum førum eru næmingarnir byrjaðir í skúlanum, áðrenn staðfest verður, at teir hava Asperger-syndrom. Teir hava mangan ongan stuðul, hóast summum teirra tørvar tað. Í høvuðsheitum verða børn við autismu útgreinað alt, alt ov seint, ofta ikki fyrr enn í 3., 4. ella 5. flokki. Onkuntíð seinni.

Hví soleiðis er, er ringt at svara eintýðugt, heldur Malan Mohr.

- Tað kundi sagt okkurt um, at vit ikki duga nóg væl at síggja tey, sum hava eitt nú Asperger, hvørki á dagstovni ella í skúlanum. At staðfesta autismu tekur langa tíð, frá tí tú sum antin foreldur ella námsfrøðingur ella lærari fyrstu ferð hugsar tankan, at eitthvørt er við barninum, sum ikki er vanligt. Annað, sum eisini kann gera seg galdandi, er, at tú ikki dugir at avlesa barnið, sum hevur eina víkjandi atferð. Tað er lætt at síggja eitt barn, sum er útfarandi, sum leikar í og ger ónáðir. Tað er nógv verri at síggja tey, sum eru friðarlig, sum einki siga og einki gera burtur úr sær. Mangan kemur tað ikki rættiliga til sjóndar, fyrr enn børnini koma í skúla og í pubertetin, at tey vísa, at eitthvørt er, sum er øðrvísi við teimum; tey skilja ikki seg sjálvan, skilja ikki umverðina, umverðin skilir ikki tey, og tí verða tey ofta ikki tikin við í spælið – og gerast tey einsamøll. Tey gerast óttafull og fáa angist. Sum lærari skalt tú duga at síggja tey og teirra avbjóðingar, duga at lofta teimum, duga at hjálpa teimum og ikki, sum nógv kanska hava hug at gera, ilskast inn á tey, skelda tey og geva teimum skyldina fyri alt. Ímynda tær, hvat tað ger við eitt barn alla tíðina at fáa at vita, at okkurt er galið við tí.

Tað er eftir øllum at døma verri at staðfesta autismu hjá gentum enn dreingjum; tá skalt tú kenna eyðkennini sera væl, sigur Malan Mohr.

- Tað hevur verið sagt, at lutfallið millum dreingir og gentur við autismu hevur verið 4:1. Nú verður sagt, at hetta lutfallið er sum 2:1.

Tað eru fýra ymiskir profilar, tá man tosar um gentur og autismu:

Tann lítillátna heldur seg aftur. Hon heldur seg nógv fyri seg sjálva, t.d. dámar ikki at fara út í fríkorter.

Tann fitta (sum ger, sum hini siga). Gentan, sum altíð stendur so fitt og vindur bandið, tá ið tey hoppa band, kann saktans hava autismu. Hon ger tað, sum hini siga, at hon skal gera.

Tann arroganta (sum gongur sínar egnu leiðir). Øll onnur eru býtt, hini skulu gera, sum hon sigur.

Tann sosialt yviraktiva/ADHD. Kemur ofta at gera tað, hon ikki ætlaði.

- Alt dettur á vitan ella vantandi vitan, sum ger, at hesi børnini verða funnin alt ov seint. Lærarin hevur kanska ilt við at skilja, hví barnið ber seg at sum tað ger; børn, sum hava autismu, eru ógvuliga rættvís, og tey duga ikki at síggja sín egna leiklut í eini ella aðrari støðu, alt er svart-hvítt.

Mett verður, at umleið 1 prosent av næmingunum hevur autismu.

Les samrøðu við Maluna Mohr, lærara, í Skúlablað nr 1, 2018.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.