Tíðindi

Vit detta í trappunum

Tímajáttanin til fólkaskúlarnar verður játtað av Undirvísingarstýrinum, ið fremur viljan hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í verki. Tìmajáttanin verður í stóran mun býtt út eftir ávísum leiðreglum. Fleiri av hesum reglum byggja á eina trappuskipan, har næmingatalið ger av, á hvørjum trapputrini skúlin liggur. Dettur næmingatalið av einum trapputrini, rapla tímar út úr skúlanum.

17. september 2020

Skúlaleiðarar skulu hava tímatalvu klára í góðari tíð og søkja eftir starvsfólki, áðrenn summarfrítíðin byrjar. Myndugleikarnir brúka næmingatalið tann 1.september sum skeringsdato fyri, hvat tal av tímum skúlarnir fáa. Hetta er nakrar dagar eftir, at skúlaárið er byrjað. Er næmingur fluttur úr bygdini í summarfrítiðini, er vandi fyri, at skúlin dettur í trappuni. Tímar rapla út, og lærarar, ið júst hava fingið starv, mugu loysast úr aftur starvinum, tí trappuskipanin ræður. Tímar til leiðslu og førleikastovu fara sama veg. Skúlaleiðarin er noyddur at leggja tímatalvu enn einaferð, og lærarar og næmingar mugu góðtaka broyttar umstøður. Alt tí tímajáttanin byggir á trappuskipan við skeringsdato 1. september. Ein sera óhóskandi skipan.

Tað er tørvur á at fáa endurskoðað hesi viðurskifti, tí verandi karmar eru ótryggir og seta starvsfólk og brúkarar skúlans í truplar støður. Hetta er serliga galdandi fyri skúlar við næmingatali, sum ger, at teir standa ytst á einum trapputrini. Á slíkum skúla kann ein næmingur viðføra tímaskrædl á fleiri túsund tímar. Hetta kann ikki góðtakast og má endurskoðast sum skjótast.

Vegna

Føroya Skúlaleiðarafelag

Jónleif Johannesen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.