Tíðindi

Virksemisætlanin frægasta trygdin

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur fleiri ferðir sagt alment, at Lærarafelagið ikki vil av við virksemisætlanina. Hvussu hetta ítøkiliga skal skiljast, er ikki gott at vita, men eftir øllum at døma, so forðar Føroya Lærarafelag fyri onkrari, eftir hennara tykki, skilabetri skipan. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

10.12.2018

Nakrir skúlastjórar taka eisini undir við landsstýriskvinnuni og mæla í størsta álvara til, at virksemisætlanin verður skrottað. Ja, tað eru tey, sum beinleiðis geva virksemisætlanini skuldina fyri, at lærarar nú undirvísa 28 tímar um vikuna, uttan yvirtíð. Her er av sonnum talan um hugtaksfløkju, tí orsøkin til økta undirvísingartímatalið hjá lærarum er fyrst og fremst tepra tímajáttanin til skúlarnar. Og í øðrum lagi er tað ivasamt, um økta undirvísingartalið er ein óumberlig loysn ella manglandi fyrilit fyri starvsfólkunum.

Virksemisætlanin er ikki nøkur sniðfundig uppfinning. Virksemisætlanin verður gjørd við støði í arbeiðstíðaravtaluni, sum upprunaliga varð innførd í 2003. Skal virksemisætlanin avtakast, so má arbeiðstíðaravtalan eisini avtakast. Sum kunnugt var arbeiðstíðaravtalan hjá donsku lærarunum fyribeind við lóg 409 í apríl 2013 við vanlukkuligum fylgjum fyri danska fólkaskúlan. Danska lærarafelagið stríðist framvegis harðliga fyri at fáa eina arbeiðstíðaravtalu aftur, men til fánýtis. Hinvegin hava fleiri lokalfeløg gjørt avtalu við avvarðandi kommunu um at tryggja lærarum fyrireikingartíð og mesta undirvísingartímatal.

Er tað danska anarkiið, ið landsstýriskvinnan í mentamálum droymir um, og sum einstakir smartir skúlastjórar taka undir við?

Virksemisætlanin krevur sanniliga ábøtur, men enn er virksemisætlanin frægasta trygdin hjá lærarum fyri rímiligum arbeiðskorum, og tað verður ikki uttan svørðsslag, at Føroya Lærarafelag gevur arbeiðstíðaravtaluna og lærarar í fólkaskúlanum upp fyri skutil.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.