Tíðindi


Vinnan sjónligari í vegleiðingini

Vegleiðarar í skúlunum í Føroyum hava leingi eftirlýst, at vinnan kunnar næmingar um, hvørjar møguleikar teir hava eftir fólkaskúlan.

8. august 2017

Nú sær út til, at vend er við at koma í; á kunningardegi í vár fyri næmingum í 8. flokki í Tórshavnar kommunu vóru fleiri umboð fyri vinnuna við. Umboð fyri vinnuna greiddu frá, hvørjir møguleikar eru í vinnulívinum, eitt nú um lærupláss, útbúgvingarmøguleikar og starvsmøguleikar.
- Tað er umráðandi, at ymsu yrkisbólkarnir í vinnuni gera sær greitt, at tað ræður um at kunna næmingar so tíðliga sum til ber, um hvørjar møguleikar teir hava, og hetta má gerast, áðrenn næmingarnir hava tikið endaliga valið um, hvat teir ætla eftir fólkaskúlan, sigur Ester Poulsen, forkvinna í Vegleiðarafelag Føroya.

Kunningardagurin var skipaður soleiðis, at næmingarnir hoyrdu ymsar framløgur; yrkisbólkarnir í vinnuni eru so mikið nógvir, at tað bar ikki til, at allir næmingarnir hoyrdu allar framløgurnar.
- Eftir ymsu framløgurnar høvdu næmingarnir høvi at møtast og tosa um, hvat teir høvdu fingið burturúr; á henda hátt kundu teir greiða hvør øðrum frá og geva hvør øðrum íblástur. Av tí at hetta eru næmingar í 8. flokki, eru teir ógvuliga opnir og lurta fegnir eftir hvør øðrum.

Vinnan hevur ikki havt siðvenju at kunna fólkaskúlanæmingar um, hvørjar møguleikar teir hava í vinnuni eftir lokið fólkaskúlaprógv.
- Eg haldi, at tað er gingið upp fyri vinnuni, at vilja teir hava lærlingar, so mugu teir gera eitt nógv størri uppsøkjandi arbeiði at fáa fatur á teimum. Vinnan kann læra av miðnámsskúlunum, sum miðvíst fer út eftir næmingum; summir skúlar gera nógv burtur úr at greiða frá, hvat teir kunnu bjóða fram, og hvørjar møguleikar næmingarnir hava við at velja júst teirra skúla.

Saman við lærara og vegleiðara hevur vinnan gjørt eina undirvísingargongd í støddfrøði; í undirvísingargongdini læra næmingarnir ítøkiliga, hvussu arbeiðið á einum veruligum arbeiðsplássi fer fram. Í fyrstu undirvísingargongdini, sum er gjørd, er arbeiðsplássið Skúlin á Fløtum, sum stendur í gerð, grundarlag í undirvísingargongdini og roknistykkjunum. Undirvísingargongdin er ein støddfrøðilig tilgongd í byggiarbeiðinum stig fyri stig.
Undirvísingargongdin er ógvuliga verulig og ítøkilig; næmingurin lærir ástøði og praksis, til dømis hvussu tú mátar vinklar, hvussu tú roknar einar trappur og annað; á henda hátt læra næmingarnir ymsar roknihættir við at fara á plássið; teir síggja, hvørjir yrkisbólkar arbeiða við teimum ymsu uppgávunum, og teir fáa upplivingina við, t.d. skulu teir í trygdarbúna, trygdarskógvar, hjálm og so framvegis.

Vegleiðarar, roknilærarar og handverkarar hava verið saman um at gera undirvísingargongdina við íblástri úr donskum tilfari.
- Eftir mínum tykki er hetta ein sera góður máti at læra um og snúsa til vinnuna; innlæringin verður meiri livandi og viðkomandi. Í Finnlandi er ógvuliga vanligt at undirvísa á henda hátt; undirvísingin er meiri fjølbroytt og fer ikki bara fram í eini skúlastovu; har er rørsla eisini roknað inn í undirvísingina.

Les eisini: http://skulabladid.fo/ra%C3%B0festa-sk%C3%BAlaveglei%C3%B0ingina-og-samstarva-um-felags-uppg%C3%A1vur

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.