Tíðindi

Viknandi fakligur førleiki

Á Námsvísindadeildini velja tey lesandi ikki handaligu lærugreinarnar sum linjugrein. Tí verða nýggir lærarar heldur ikki settir við úti í skúlunum. Tað avdúka hagtølini, sum Katrin Bech, verkætlanarleiðari á Námi, hevur savnað.

26. august 2020

- Tølini tala fyri seg, sigur Noomi í Dali, námslektari í handarbeiði á Námsvísindadeildini. Hóast avbjóðingin er í fleiri pørtum, sigur hon, at higartil hava sera fá tikið linjugrein innan handaligu lærugreinirnar, eftir at útbúgvingin varð løgd um í 2008.

- Her eru ongar kreativar grundlærugreinir longur, so tey lesandi møta ikki møguleikanum og fara heldur ikki at hugsa um, hvørt tað kundi verið nakað fyri tey. Tey, sum raðfesta kreativa økið, eru bert tey, sum frammanundan hava eitt greitt ynski tann vegin, sigur Noomi og greiðir frá, at flestu undirvísarar, sum vóru á økinum undan broytingini, eru ikki longur á deildini.

- Fyrr vóru tvey størv í tónleiki, eitt í smíð, eitt í evning og myndlist, eitt í handarbeiði, eitt í heimkunnleika og eitt í drama. Tað eru sjey størv. Nú er eitt í handarbeiði og eitt hálvt í tónleiki. Hetta merkir, at skal ein linjugrein verða, so má fólk setast til tað, og har eru sera fá, sum hava bæði handverksliga og kreativa útbúgving og akademiskan førleika omaná, sum nú er eitt krav at fáa starv, tí vit nú eru partur av Fróðskaparsetrinum. Og um har var onkur, so er eitt fyribils starv, sum bert er tríkvartstíð, kanska ikki tað mest freistandi, heldur Noomi.

Læraralesandi heldur velja lærugreinar, ið hava nógvar tímar á talvuni, tá tey koma út í fólkaskúlan, so sum føroyskt, støddfrøði og enskt. Á Námsvísindadeildini rakar gongdin ikki bara handaligu og kreativu lærugreinirnar, men eisini aðrar, sum hava fáar tímar, vil Noomi vera við.

- Tað er umráðandi at tryggja, at allir næmingar fáa nøktandi undirvísing í handaligu lærugreinunum. Ein treyt er, at tað eru útbúnir lærarar. Í løtuni koma alt ov fáir, fyri ikki at siga eingin, lærarar út við einum prógvi í handaligari lærugrein - undantikið smíð, har koma nakrir út í ár. Tað er sera óheppið, at so fá læraralesandi hava tær handaligu lærugreinirnar sum linjugrein. Her krevst ein broyting, sigur Tóra.

Katrin sigur, at hagtølini greitt benda á, at vit í løtuni ikki fáa nóg nógvar lærarar við linjugrein ella sergrein í handaligum lærugreinunum út í skúlan at undirvísa. Katrin sigur, at lærarar við kompetansu at undirvísa á fakøkinum fækkast og eldast, hóast somu lærarar greitt vilja styrkja førleikarnar við skeiðstilboðum.

Í Skúlablað nr 4, 2020, sum júst er komið, er drúgv grein við heitinum Varskó: Handaverk og list skal á breddan nú! Hon er um støðuna hjá handaverki og list í fólkaskúlanum. Í greinini, sum Birgir Kruse hevur skrivað, hava fleiri eitt boð uppá, hví støðan er sum hon er, og hvat kann verða gjørt, soleiðis at hon vendur. Katrin Bech, verkætlanarleiðari á Námi, hevur kannað og kortlagt lærugreinina og borið saman við støðuna í øðrum londum.

Les alla greinina í blaðnum.

Mynd: Árni Øregaard

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.