Tíðindi

Við filmi í undirvísingini møti eg næmingunum í teirra universi

- Tað er einki í námsætlanini, ið eggjar mær til at seta "film" á dagsskránna fyri undirvísingina, tí har verður "filmur" nevndur við einum orði. Men eg havi valt at brúka film í undirvísingini, tí har møti eg næmingunum í einum universi, teir ferðast nógv í, og eg kann geva teimum nøkur amboð, soleiðis at teir gerast meira tilvitaðir hyggjarar, sigur Oddfríður M. Rasmussen, lærari í Skúlanum á Fløtum.

13. mai 2019

Oddfríður M. Rasmussen undirvísir í 8. og 9. flokki í føroyskum, donskum, søgu og kristni, og er flokslærari hjá einum 9. flokki. Í Skúlablaði nr 5, 2018 settu við honum stevnu fyri at hoyra um hansara royndir og tankar um at seta film á dagsskránna í føroyskum. Sum skilst, er undirvísingin í filmi fyrst og fremst sprottin úr egnum huga og hugburði um, at allir næmingar í 8. og 9. flokki í framhaldsdeildini eiga at fara ígjøgnum hesar fimm tættir: myndlist, fjølmiðlar, filmslist, stuttsøgur og skaldsøgur, og yrkingar. Í námsætlanini fyri føroyskt í 2.-10. flokk stendur "filmur" bara nevnt eina ferð, og tað er í allýsingini fyri ein samansettan tekst, har filmur verður nevndur sum dømi. Av somu orsøk eru ikki nakrar undirvísingargongdir tøkar, og tilfarið er avmarkað til eina temasíðu um film á snar.fo, sum Nám hevur gjørt. Oddfríður heldur, at henda síðan er fín, tó at hon er best egnað til filmsgreining heldur enn filmsframleiðslu. Oddfríður hevur tí leitað sær kunning á øðrum heimasíðum, m.a. á filmslinjen.dk, har næmingarnir m.a. kunnu lesa um, hvussu ein ger film.

- Eg hevði viljað, at Nám hevði fleiri smærri undirvísingargongdir innan aðrar listagreinar og mentanartættir við eins góðum tilfari, sum er um film á snar.fo. Temasíðurnar eru góðar, og har er tilfar til mangt høvi, men tað tykist vera tungt og tíðarkrevjandi at fáa meira tilfar til vega. Eg havi tí sjálvur gjørt mær undirvísingargongdir innan myndlist, filmslist, fjølmiðlar, søgur og yrkingar. Vit lærarar eru at kalla serfrøðingar í undirvísingargongdum, tí vit skulu lata allar slíkar inn til leiðsluna, og vit kunnu eisini deila hesar við aðrar lærarar. Við at gera undirvísingartilfar sjálvur nýtist mær ikki at gera læraravegleiðingar o.a. Eg haldi eisini, at vit lærarar saktans kunnu finna út av nógvum sjálvir og nýtast ikki at fáa alt upp í hendurnar frá øðrum.

Fyri at geva eina heildarfatan av filmslist og fyri at tillaga tilfarið til sínar næmingar hevur Oddfríður sjálvur framleitt ein lítlan bókling, sum næmingarnir so brúka frá a-z. Í bóklinginum fær næmingurin innlit í ymisku sløgini av filmi, frásagnarfrymil, persónslýsingar, tíð og umhvørvi, teknikk, eftirviðgerð og boðskap. Eisini eru 5 uppgávur, sum næmingarnir skulu gera í bólkum á 3-4 næmingar. Ein av uppgávunum er at endurskapa gerandisdagin hjá einum javnaldri og ein onnur er at skriva eina stutta søgu, sum næmingarnir síðan gera til ein film. 

- Næmingarnir duga væl, teir hyggja nógv at filmi og eru vanir at ferðast í einari visuellari verð alla tíðina. Teir hava eisini bæði hug og áræði at kasta seg út í hesar filmsuppgávurnar. Teir duga væl at avlesa huglag og at perspektivera, men teir vita ikki, hví teir duga, og tað er so ein av uppgávunum hjá mær sum lærari at geva teimum nøkur amboð og gera tey tilvitað um egin evni, sigur Oddfríður.

Oddfríður brúkar einamest stuttfilmar í sínari undirvísingargongd, tí søgan er ofta einfaldari og lættari hjá næmingunum at fáast við. Teir ðar føroysku stuttfilmarnirina k. i hjamboð ogur Oddru, sum næmingarnir siboard"deolagið),  har eru geg spakuliga inn til eina kbáðir føroysku stuttfilmarnir, sum Oddfríður hevur brúkt og heldur vera væl egnaðir, eru "Passasjeren" hjá Sakarisi Stórá og "Sigarett" hjá Heiðriki á Heygum. "Sigarett", ið snýr seg um tveir ungar vinmenn í Havn, har serliga annar (Heiðrikur sjálvur) droymir seg burtur, rakar aldursbólkin sera væl. Oddfríður heldur, at Heiðrikur átti at gjørt ein "Sigarett 2", nú hann er fluttur heim aftur, og tann áheitanin er við hesum farin víðari. Eisini hevur Oddfríður brúkt "Skýming" hjá Antoni Petersen, men frásagnarhátturin og søgugongdin hava eitt seint eysturevropeiskt tempo, sum krevur, at næmingarnir fáa ymiskar uppgávur, t.d. at hava eyguni eftir huglagi, liti, sjónarhorni o.ø. fyri at halda fast í hugsavnanini. Aftur at teimum føroysku stuttfilmunum brúkar Oddfríður eisini danskar og íslendskar stuttfilmar. Tann filmurin, ið riggar allarbest, er íslendski "Siðasti bærinn" (The Last Farm) hjá Runari Runarsson, sum varð nomineraður til ein Oscar í 2005 innan stuttfilm. Hóast hann snýr seg um eitt eldri par úti á bygd, so fangar hann næmingarnar.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2018

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.