Tíðindi

Eftirmetingin av læraraútbúgvingini eigur at taka læraralesandi við

- Verður útbúgvingin eftirmett, eigur hon at taka allar liðir við, siga Sveinur Heinason Rasmussen og Sonni Johnsson, læraralesandi á triðja ári á Námsvísindadeildini

21.10.2020

Í samgonguskjalinum stendur, at læraraútbúgvingin skal eftirmetast. “Skipanin við Fróðskaparsetrinum verður endurskoðað, og lærara-, námsfrøðinga- og sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingarnar verða eftirmettar,” stendur at lesa. Lítið og einki hevur verið at hoyrt um eftirmetingina, og hóast Sveinur Heinason Rasmussen og Sonni Johnsson sita bæði í Ráði teirra lesandi, sum er samstarvsráðið fyri øll lesandi á Setrinum, og Lestrarráðnum, sum er ráðið fyri lesandi á Námsvísindadeildini, so vita teir einki um eftirmetingina, ella hvat hon skal snúgva seg um.

- Skal útbúgvingin eftirmetast, eigur hon at taka allar liðir við, og hon eigur bæði at vera kvalitativ og kvantitativ, har trivnaðurin hjá næmingunum eisini verður tikin við umframt yvirskipaðir spurningar um útbúgvingina. Vit ganga útfrá, at eftirmetingin fer at snúgva seg um góðskuna av útbúgvingini, ta akademisku góðskuna og teir fysisku karmarnar. Vit vita ikki, hvør stendur fyri eftirmetingini, um hon er innanhýsis ella uttanhýsis; og vit eru ikki spurd. Annars hava vit góð viðurskifti við høvuðsleiðsluna, og í Ráði teirra lesandi føla vit, at tað verður lurtað eftir okkum.

Les samrøðu við Svein og Sonna í Skúlablað nr 5, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.