Tíðindi

Verkstova fyri lærarum, sum undirvísa næmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál

Pláss eru enn tøk

18. august 2020

14. september verður verkstova fyri áhugaðum lærarum, sum undirvísa næmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Maria Heradóttir og Turid Thomsen fara at greiða frá tilfarinum, tær eru í holt við at gera til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, hvussu tað er bygt upp og ætlað at verða nýtt, og so fara tær at leggja lærarum lag á at brúka tað.

- Tað er sera umráðandi, at lærarin fylgir tilfarinum neyvt og ikki loypur nakran lið um. Tað kemur ikki til sín rætt, um tað ikki verður brúkt við einum ávísi innliti og inngangi til málið. Afturmeldingin frá lærarum, hvussu tilfarið roynist, er eisini sera umráðandi hjá okkum at fáa. Ætlanin er at leggja aftur at læraravegleiðingini við einum upprunaføroyskum parti, soleiðis at lærarar fáa so hollan stuðul sum møguligt.

Tilfarið er væl egnað til vaksin eisini.

Tilfarið fevnir um grundbók, arbeiðsbók, orðahefti og læraravegleiðing. Næmingarnir arbeiða tvørtur um alla heildina í senn.

Hvør kapittul í grundbókini er fyrstu ferð í fimm og síðan í seks pørtum. Fyrsti parturin innleiðir við einum tematiskum evni, sum kapittulin sum heild snýr seg um, við serligum denti á orðfeingi. Síðan koma ”Lurta & tosa & úttala”, ”Mállæra”, ”Lesa og skriva”, ”Skúla- & fakmál” og síðan ein samanumtøka. Aftast í grundbókini er ein mállæra, sum tekur saman um hvønn kapittul.

Arbeiðsbókin fylgir grundbókini, sum vísir á, nær næmingurin skal gera eina uppgávu. Uppgávurnar fevna um allar málsligu førleikarnar, sumt felags og sumt lættari ella torførari alt eftir tørvi hjá einstaka næminginum. Aftast í arbeiðsbókini er ein orðalisti, sum tekur saman um orðfeingi og mállæruna fyri hvønn kapittul.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.