Tíðindi/Greinar

30. mai 2017

Verja vunnin rættindi og byggja á

Í heyst fer Lærarafelagið í holtur við spennandi og týðandi samráðingar um nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Vit fara við góðum treysti til verka og vænta eitt gott úrslit. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari í Føroya Lærarafelagi, skrivar

Núverandi sáttmáli fer endaligt úr gildi 1. oktobur, og tískil eru fyrireikingarnar til samráðingarnar byrjaðar. Flestu lærarar hugsa einamest um lønina. Og tað er vælskijandi. Lønin fyllir nógv í sinninum hjá okkum og øðrum bólkum í samfelagnum.

Styrkja ketuna

Tað eru tó onnur øki, ið vit eisini ætla at betra. Í hesum sambandi royna vit nú at styrkja ketuna millum nevndina, álitisfólkini, leiðslurnar og lærararnar á mongu skúlunum – soleiðis at lærarar og leiðslur í meiri mun kunnu fáa ávirkan við hugskotum og ynskjum til komandi samráðingar.

Fyri stuttum sendu vit eina áheitan út til øll álitisfólkini í øllum skúlum og skúlasamstørvum, har vit ynskja at hoyra, hvørji mál einstøku skúlarnir hava í mun til komandi samráðingar. Jú, ivaleyst vilja flestu lærararnir hava hægri løn – og tað fara vit sjálvandi eisini eftir – men hvat annað kundu lærarar hugsað sær?

Hvørjar tillagingar eru átrokandi? Eru vit nøgd við rættingarniðurskurðin? Áttu vit í hesum sambandi at styrkt 7. flokk við fleiri kravdum uppgávum og harvið havt niðurskurð eisini í 7. flokki? Eyðsæð er, at 7. flokkur er ein nátúrligur partur í hádeildum í fleiri skúlum.

Hvussu við innskúlingini? Flokslærarar í 1. flokki hava fingið betri sømdir, men eiga vit at steðga har?

Og kundu vit ikki hugsað okkum betri møguleikar at ment tann kreativa-, handaliga- og verkliga partin, soleiðis at vit fevna enn meira um ymisku evnini hjá okkara børnum?

Vit vóna, at álitisfólkini venda aftur til okkara áðrenn 15. juni við einum ynskilista, har trý øki eru raðfest. Á hendan hátt er felagið betur brynjað til samráðingarnar, sum byrja stutt eftir skúlabyrjan í august.

Lønin skal raðfestast

Lønin er ein týðandi partur, og vit ynskja lønarhækking. Fíggjarmálaráðharrin hevur boðað frá, at hon vónar, at ymisku fakfeløgini vísa skynsemi og skilja, at vit eiga at minka um almennu útreiðslurnar í góðum tíðum. Ráðharrin eigur hinvegin at sannkenna, at ein sterkur fólkaskúli við lærarum, ið kenna seg virdar er ein sokallað win-win støða fyri børnini, lærararnar og Føroyaland.

Landið ger nú íløgur á hundraðtals milliónir í almenna kervið. Ein íløga í fólkaskúlan hevði sanniliga eisini sømt seg fyri landsins fíggjarleiðarar – bæði viðvíkjandi hægri tímajáttan og lønarhækkan. Vit hava tikið okkara samfelagsligu atlit í 90-árunum, har vit í samhuga við táverandi landsins støðu fóru nógv niður í løn. Vit eru í roynd og veru í eini tilgongd at vinna hesi lønarrættindi aftur, og tískil vilja vit ikki hoyra talan um lønarsteðg í hesum blómandi tíðum.

Latið okkum halda á við konstruktivum samráðingum, sum tíbetur hóast alt hava merkt samráðingarnar seinastu árini.

 

 

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan