Tíðindi

Vegleiðari - ein lærari, sum vil veita eina hjálpandi hond eftir skúlatíð

Gjøgnum mítt lærarayrki havi eg møtt nógvum foreldrum, sum kenna seg fakliga avmarkað, av tí at tey ikki megna í nóg stóran mun at hjálpa og stuðla sínum barni, tá ið tað kemur til tann fakliga partin av heimaarbeiðinum.

17. august 2020

Um “mennteg.fo”

Í hesi serstøku tíð, nú vit øll eru í summarfrí og í hølunum av koronaavbjóðingunum, hevur tað ongantíð verið meiri umráðandi enn nú, at næmingurin verður stimbraður til at skapa og læra á ein øðrvísi hátt. Vit vilja vera við til at skapa eina øðrvísi undirvísingargongd, ið kann styrkja næmingin at taka við teimum avbjóðingum, sum hann hevur at stríðast við.

Hugskotið handan “mennteg.fo” er sprottiđ úr tí sannroynd, at tað tey seinastu árini er tað blivið alt meira vanligt at síggja fleirmæltar næmingar og næmingar við serligum avbjóðinum í fólkaskúlunum. Gjøgnum mítt lærarayrki havi eg møtt nógvum foreldrum, sum kenna seg fakliga avmarkað, av tí at tey ikki megna í nóg stóran mun at hjálpa og stuðla sínum barni, tá ið tað kemur til tann fakliga partin av heimaarbeiðinum.

Eg sá ein vaksandi tørv á einum øðrvísi frálæruhátti, har frálæran bleiv meira málrættað til tørvin hjá tí einstaka næminginum. Og skuldi líkinda úrslit spyrjast burturúr hjá hesum næmingum, var neyðugt við nýhugsan og einari greiðari ætlan.

Við einari ískoytis-undirvísingarætlan og saman við námsætlanini meti eg, at vanligi undirvísingarhátturin í fólkaskúlanum, umframt undirvísing frá mennteg.fo, veruliga kann vera ein stuðul til heimini og menningina hjá børnum og ungum. Ætlanin er at bjóða menning til teir næmingar, sum eru afturúr við heimaarbeiði ella eru langt framman fyri sítt floksstøði, umframt fleirmæltum næmingum við útlendskum uppruna.
 

Hví velja okkum

Vit ynskja at veita eina tænastu til børn og ung, sum hava tørv á einum øðrvísi frálæruhátti. Heima- og fjarundirvísing gevur tykkum møguleika fyri frálæru heima, á veg og/ella, har atgongd er til alnótina. Vit vilja leggja alla orku í, at næmingurin mennist so nógv sum tilber, við teimum evnum, hann hevur - eitt barn í senn. Við øðrum orðum: um undirvísingin í fólkaskúlanum ikki megnar at standa einsamøll hjá tínum barni, er tað júst her, vit kunnu hjálpa og stimbra.

Samansetti undirvísingarhátturin er mennandi fyri hin einstaka næmingin.

Hvussu verður undirvíst

Vit veita fjar- og heimaundirvísing eftir tørvi, har vit saman við tykkara barni seta saman eina undirvísingargongd, sum hóskar júst til tørvin hjá barninum. Talan er um ískoytisundirvísing eftir skúlatíð og/ella um vikuskiftini.

Heima- og fjarundirvísing er ein samansettur undirvísingarháttur, ið er mennandi fyri flest allar næmingar. Undirvísingin verður skraddaraseymað av útlærdum fólkaskúlalærara.

Undirvísari:
Fólkaskúlalærari:
Diana Asbjørnsdóttir, BEd /diplom -fólkaskúlalærari.
diana.asbjornsdottir@skulin.fo
Tlfnr.: 222598

Tíðindaskriv


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.