Tíðindi

Varpa ljós á sálarliga arbeiðsumhvørvið í skúlanum

Skúlaleiðslur eiga stóra ábyrgd og lut í arbeiðsumstøðunum í skúlanum. Tær eiga at hava umstøður at taka sær av lærarunum. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

12. juni 2019

Alt arbeiðið í fólkaskúlanum er at virka í einum livandi umhvørvi saman við børnum, ungum og vaksnum. Fremsta uppgávan hjá leiðslum og lærarum er at skipa so fyri, at hvør einstakur næmingur búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

Lærarin varðar av næminginum og flokkinum; hetta setir stór krøv bæði til fakligar og persónligar førleikar. Uppgávan er at geva frá sær og fyri at megna tað, má lærarin hava nakað at geva av. Tí, sum presturin og rithøvundurin, Johannes Møllehave, segði so beinrakið: “… man kan ikke dele ud af et underskud.”

Lærarar og leiðslur hava rætt til eitt trygt arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsumstøðurnar í skúlunum skulu eisini leggja upp fyri, at arbeiðið er at geva frá sær. Arbeiðið krevur sálarligt yvirskot, og tað er eingin sjálvfylgja, at vit hava og varðveita neyðuga yvirskotið, tá ið arbeiðið javnt og samt krevur og tærir av sinninum. Arbeiðsumstøðurnar eiga at leggja upp fyri sálarligu heilsuni, ið okkum tørvar fyri at virka í skúlanum í langt arbeiðslív.

Tað er arbeiðsgevarin, ið hevur ábyrgdina av, at arbeiðsumhvørvið er trygt. Í øllum skúlum er skipan við trygdarbólkum. Men skipanin dugir best at fáast við fysisku arbeiðsumstøðurnar í skúlunum. Størstu vandarnir hjá lærarum og leiðslum eru tó í sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og tí hava vit fáar royndir í at arbeiða fyri. Skúlaskipanin má geva tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum gætur. Ofta vísir tað seg, at lærarar og leiðslur ikki varnast vánaligu arbeiðsumstøðurnar, fyrr enn skaðin er hendur.

Vit í Lærarafelagnum hava eina hóming av støðuni við sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlunum. Javnan koma limir á gátt, ið kenna sítt arbeiði tungt, og sjónligt er, at sálarligu arbeiðsumstøðurnar ikki hava verið nøktandi. Skaðin kann vera so álvarsligur, at tey eru leingi burtur frá arbeiðinum ella kunnu ikki venda aftur til arbeiðsmarknaðin. Hetta kostar alt ov nógv, bæði hjá tí einstaka, skúlanum og hjá samfelagnum.

At venja okkum við at hugsa um sálarliga arbeiðsumhvørvið í skúlunum og menna skipanina til at leggja upp fyri hesum tekur tíð, og tað kostar. Ta uppgávuna eigur arbeiðsgevarin. Men nøkur viðurskifti eru, ið vit, sum eru í og um skúlan, kunnu gera uttan stórvegis hóvasták.

Fyrst kunnu lærarar og leiðslur duga betur at hugsa um egna sálarheilsu. Danir tosa um Tarzan-syndromið, “at man skal kunne tåle mosten”. Hetta kenni eg tíverri alt ov væl aftur hjá skúlafólkum. Vit í skúlanum mugu ansa betur eftir okkum sjálvum og hvørjum øðrum.

Góðar arbeiðsumstøður og trivnaður hanga saman. Vit vita lítið um trivnaðin hjá leiðslum og lærarum. Tað er long tíð síðan, at seinasta kanning av trivnaðinum og arbeiðsumstøðunum í skúlanum varð gjørd. Nú ein trivnaðarkanning er gjørd av næmingunum, kundi tað verið hóskandi eisini at gjørt eina kanning av arbeiðsumstøðunum og trivnaðinum hjá starvsfólkunum í skúlanum.

Skúlaleiðslur eiga stóra ábyrgd og lut í arbeiðsumstøðunum í skúlanum. Tær eiga at hava umstøður at taka sær av lærarunum. Starvsfólkapolitikkur og starvsfólkasamrøður eiga at vera ein sjálvsagdur partur í leiðsluuppgávuni. Umstøðurnar geva hesum lítið pláss í teirra arbeiði, og tá missir skúlin nógv fyri lítið.

Allir lærarar og leiðslur hava rætt til eitt trygt arbeiðsumhvørvi í skúlanum. Vit í felagnum arbeiða við sálarligu arbeiðsumstøðunum í skúlunum. Um arbeiðsgevarin eisini ger sítt, so náa vit langt. Tað fer at síggjast aftur hjá skúlanum, leiðslunum, lærarunum og ikki minst næmingunum.

Oddagrein í Skúlablað nr 3, 2019 

 

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.