Leys størv

Varaskúlastjóri til Sørvágs skúla

Tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri í Sørvágs skúla

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í tíðaravmarkað starv frá 1. nov. 2019 til 30. juni 2020. Starvið sum varaskúlastjóri er hálvtíðarstarv, meðan hin helvtin av starvinum er lærarastarv.

Í Sørvágs skúla eru 162 næmingar í 1. – 10. flokki umframt serskúlatilboðið Pallurin. Umleið 35 starvsfólk arbeiða á skúlanum.

Í Sørvágs skúla leggja vit dent á:

læring, menning, trygd og trivnað
eitt mennandi samstarv millum heim og skúla
at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri læring

Talan er um eitt spennandi starv við nógvum skiftandi avbjóðingum, har tú saman við leiðslutoymi skúlans hevur námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Arbeiðsuppgávur hjá leiðslutoyminum eru m.a.:

at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
at fremja eina kveikjandi og mennandi starvsfólkaleiðslu
at virka fyri trivnaði og felagsskapsanda í skúlanum
at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd
at røkja fyrisitingarligar uppgávur
umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru:

góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv
áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir
góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum

Starvsparturin sum varaskúlastjóri er flokkaður í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Eyð Niclasen, fyrbilsettum skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. oktober 2019.

Umsóknin verður stílað til: eyd.niclasen@skulin.fo.

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til :

Eyð Niclasen, settur skúlastjóri tlf. 233222.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.