Tíðindi

Vandi á ferð, tá ov fá bjóða seg fram at vera skúlastjóri

Tað gongur út yvir námsfrøðiligu dygdina og læringina, tá ið myndugleikarnir ikki miðvíst arbeiða fram ímóti at seta fólk við at taka við leiðslunum í skúlunum. Granskarar vísa á fleiri átøk at tryggja góða leiðslu.

19.03.2020

Ikki bara í Føroyum hoyra vit um – til tíðir – at ov fá søkja leiðslustørv í skúlunum; hetta er eisini kent í Noregi og uttanlands annars. Ringávirkanirnar kunnu vera stórar, tí gransking vísir, at tað er greitt samband millum skúlaleiðslu og dygdina í ávísa skúlanum – og tískil læringina og úrslitini hjá næminginum.

Í Noregi varpar felagið fyri skúlaleiðarar ljós á vandamálið; har hava tey kannað nærri, hvussu støðan er, og hvussu tað gongur at seta fólk við.

– Greiningar vísa, at yngri skúlaleiðarar antin kenna seg ótrygg ella ikki vilja vera verandi í starvinum. Um somu tíð síggja vit, at flestu skúlaleiðararnir eru tilkomin og hava verið í starvinum í meiri enn tíggju ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at avbjóðingarnar at seta við verða stórar komandi árini, sigur frágreiðingin.

Skúlaleiðarar fata bæði um evsta leiðaran og vara- og deildarstjórar. Í Noregi er sjáldan kapping um hesi størvini, sambært frágreiðingini. Nógvir skúlar stríðast tí við at finna góðar leiðarar.

* Tveir triðingar av skúlunum siga, at tað eru færri enn 5 umsóknir til størvini.
* Bara 4 prosent siga frá fleiri enn 10 umsøkjarum.
* Trupulleikin er stórur í smærri kommunum, har bara ein av tíggju boða frá, at tær hava fleiri enn 5 umsóknir fyri hvørt starvið.
* Helmingurin av teimum, sum taka við leiðslustarvi, eru biðin um at søkja.

– Hóast skúlaøkini siga, at tað eru fá, sum søkja leiðslustørvini, er tað umráðandi at minnast til, at tað eisini snýr seg um, tey, sum eru í leiðslustarvi, verða verandi í starvi sínum, sigur Takvam Kindt.

Trupulleikarnir við at seta nýggj fólk við hevur gjørt, at nógv, sum sita í leiðslustarvi, verða verandi leingi í starvinum. Frágreiðingin frá skúlaleiðarafelagnum vísir, at 50-70 prosent av leiðarunum vilja vera verandi í starvinum, til tey fara frá fyri aldur. Nógvir av leiðarunum nærkast fráfaringaraldri. Tí fara nógvir leiðarar frá í næstum. At yngri leiðarar um somu tíð ikki vísa sama áhuga at verða í starvinum, vekir tí stúran.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.