Tíðindi

Val og hvat so!

Valið er júst farið afturum, gull og grønar skógir eru lovaðar, men hvussu er við at halda hesi lyfti, ið man fór til val uppá? Andrea á Rípuni, næstforkvinna Lærarafelagsins, skrivar

3. september 2019

Vit kenna øll søguna, hon endurtekur seg fjórða hvørt ár, onkuntíð títtari. Vit, veljarin, vóna og vita, at vit seta krossin á rætta stað, men ferð eftir ferð verður víst í verki, at lítið og onki hendir av tí, sum skal eitast at vera hjartamál hjá ymsu flokkunum.

Hesaferð skal arbeiðsvikan styttast. Tað er lætt hjá okkum, ið eru á arbeiðsmarknaðinum, at verða samd um, at tað hevði verið deiligt. Men so kemur knúturin; semja er ikki um, hvussu hetta skal skipast, og so hendir onki. Allarhelst verður tað til, at hetta skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um, og so skal tað gjaldast av karminum. Snilt, snilt. Eg taki hetta dømið, tí hetta hevur ávirkan á so stóran part av samfelagnum. Men sjálvt um hetta hevur ávirkan á so mong, so fer tað valla at broyta tað stóra. Tað tykist mær, sum at eg ynski mær okkurt, men tú skal gjalda!

Allir flokkar hava familjuna í miðdeplinum. Eg sum helt, at Føroyar vóru fólkið her býr, altso familjurnar. Arbeiðir man ikki støðugt fram ímóti, at tær hava tað gott? Hvussu ber tað til, at tá val er, so eru tey sokallaður “bleytu” virðini í sjóneykuni. Tá valið er farið afturum, so eru tey gloymd?

Tað verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer. Allir flokkar sýnast at vera samdir um tað mesta, so tað skuldi verið lætt at fingið nógvar batar framdar. Kanska fáa vit onkran í Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið, ið vil gjalda tað, ið tað kostar at reka ein góðan skúla. Ein skúla, ið hevur hendur til tað arbeiði, ið krevst í nútíðar skúlanum. Har allir næmingar fáa sín tørv nøktaðan, har starvsfólk og næmingar eru í miðdeplinum og ikki játtanin/excelarkið.

Aftur í hesum valstríðnum var sagt, at børnini og ungdómurin er okkara framtíð, og tí mugu vit gera okkara ýtarsta fyri, at tey hava góð barnaár. Tað eigur ikki at koma óvart á, at ein stórur partur av hesi tíðini er í skúlanum. Lærarar gera sítt besta fyri at røkka hvørjum einstøkum næmingi, men uppgávan fellur ofta tung, og tá á stendur, so er lærarin ofta einsamallur, tí hvørki tíð ella hendur eru til taks at traðka til, ella er tað ein long prosess, sum skal í gongd.

Vónandi ferð nýggja samgongan at raðfesta fólkaskúlan høgt og vísa í verki, at børnini og ungdómurin er okkara týdningarmesta tilfeingi.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.