Tíðindi

Upptøkutreytirnar til læraraútbúgvingina eiga at verða broyttar

- Broyta vit upptøkutreytirnar, so fara vit at síggja, at tað verða fleiri, sum velja náttúruvísindaligu lærugreinirnar, sigur Erla Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum

26.06.2017

Í nógv ár hevur verið trot á lærarum at undirvísa á náttúruvísindaliga økinum; sum skilst roynir Námsvísindadeildin at eggja lærarum at velja náttúruvísindaligu lærugreinirnar. Bara tvær ferðir eru hold skipað í náttúru og tøkni, tað triðja verður komandi ár, og harafturat ganga nógv ár ímillum, at hold í landafrøði, lívfrøði og alisfrøði verða skipað; eisini komandi ár er hold í alis- og evnafrøði. Orsøkirnar eru ivaleyst fleiri; ein er, at læraralesandi velja linjulærugreinir, sum geva nógvar undirvísingartímar í fólkaskúlanum; har telja tímarnir í náttúruvísindaligu lærugreinunum ikki eins nógv sum tímarnir í t.d. føroyskum, enskum og støddfrøði.
- Tey lesandi hugsa ógvuliga nógv um starvsmøguleikar, tá ið tey velja linjulærugrein, og tað sigi eg ongan ringan fyri. Tey hava tó tað í mentu, at tey kanska skulu undirvísa í øllum lærugreinum. Náttúra og tøkni, alisfrøði og lívfrøði eru lærugreinir, sum fá velja; hetta eru lærugreinir, sum hava fáar tímar í fólkaskúlanum, og tey hugsa kanska, at skuldi tað hent, at tey koma at undirvísa í hesum lærugreinum, so yvirliva tey helst. At tvinga læraralesandi at velja náttúruvísindi ber ikki til.

Skal vend koma í, soleiðis at tað verða fleiri læraralesandi, sum velja náttúruvísindaligu lærugreinirnar, kundi verið hugt at upptøkutreytunum at verða tikin inn á læraraútbúgvingina.
- Eftir mínum tykki eiga vit at endurskoða, hvussu vit taka lesandi inn á læraraútbúgvingina. Í fólkaskúlanum og miðnámi eru tað konufólkini, sum fáa besta próvtøkumiðal, og tey verða eisini tikin inn á læraraútbúgvingina orsakað av góða miðaltalinum. Tað eru samstundis eisini konufólkini, sum vanliga velja tær hugvísindaligu lærugreinirnar. Mannfólkini verða vald frá, tí tey hava lægri miðal, men tað eru kanska teir, sum í størri mun høvdu valt náttúruvísindaligu lærugreinirnar. Broyta vit upptøkutreytirnar, so verða fleiri, sum velja náttúruvísindaligu lærugreinirnar, væntar Erla Olsen.

Lesið samrøðu við Erlu Olsen í Skúlablaðnum, sum kemur fríggjdagin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.