Tíðindi/Greinar

9. august 2019

Vit eiga at hava eina greiðari ætlan fyri tilflytaranæmingar

Í dag sita lærarar hvør í sínum lagi og gera sítt ítasta at hjálpa nýggju næmingunum at læra seg føroyskt. Tað krevur nógv av læraranum og serliga flokslæraranum, tá ið hesir nýggju næmingar koma í flokkin. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Uppgávan hjá lærarum broytist støðugt. Samfelagið broytist alla tíðina, og hetta er nakað, vit lærarar eisini merkja. Vit laga okkum eftir nýggju umstøðunum og royna eisini at fylgja við, hvat rørir seg í samfelagnum og á tann hátt vera so væl brynjað sum møguligt til nýggjar avbjóðingar. Ein stór broyting tey seinastu tey árini er, at vit síggja alsamt fleiri næmingar av fremmandum uppruna í skúlunum.

Fólkavøksturin í Føroyum seinastu árini hevur verið rættiliga stórur, og ein partur av hesum fólkavøkstri er fólk úr t.d. Asia og Eysturevropa. Av tí sama síggja vit fleiri børn úr áðurnevndu londum, og tað er ein uppgáva, sum lærarar sjálvsagt taka í størsta álvara. Uppgávan er ikki altíð løtt, tí tað sigur seg sjálvt, at tað kann vera torført hjá børnum upp á nógvar mátar, sum koma til eitt púra fremmant land. Mentanin er nýggj, og ikki minst málið er ein ovurhonds stór avbjóðing.

Tað krevur nógv av læraranum og serliga flokslæraranum, tá ið hesir nýggju næmingar koma í flokkin. Mentanarliga skulu teir finna seg til rættis í nýggja umhvørvinum, og tað kann vera trupult. Tað er ikki tað, at hesir næmingar eru ringir at fáast við, men heldur tað, at alt tað, sum vit taka fyri givið í okkara gerandisdegi, kenna teir av góðum grundum ikki. Tað er neyðugt at vera øgiliga týðiligur og nærlagdur sum lærari, soleiðis at sleppast kann undan so nógvum misskiljingum sum gjørligt.

Mentanin er eitt, og annar ikki minni týðandi táttur er málið. Næmingar, sum koma úr t.d. eystanlondum, tosa eitt mál, sum liggur ógvuliga langt frá okkara. Harafturat er enska málið hjá teimum ikki altíð so gott, so tá stendur lærarin næstan á berum. Higartil hevur skipanin verið soleiðis, at einstøku skúlarnir hava søkt um eyka tímar í føroyskum til hesar næmingar. Skúlin hevur so fingið játtaðar so og so nógvar tímar, og næmingurin hevur á tann hátt fingið eitt skump føroyskum.

Nú, tá ið hesir næmingar eru blivnir so nógvir í tali, er spurningurin, um vit ikki áttu at havt eina greiðari ætlan fyri næmingarnar. Í dag sita lærarar hvør í sínum lagi og gera sítt ítasta at hjálpa nýggju næmingunum at læra seg føroyskt. Tað er so at siga einki tilfar tøkt, sum er ætlað júst hesum næmingum, og ikki er tað altíð lætt at finna hóskandi tilfar.

Av tí at næmingarnir eru blivnir so nógvir, er eisini tann broyting farin fram, at í staðin fyri at undirvísa ein til ein, blíva fleiri næmingar nú ofta koyrdir í bólkar, tí tað kostar minni. Spurningurin er bara, um tað ikki er ein sparing, sum kemur at bíta seg sjálva í halan.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan