Tíðindi

Ungfólk við angist kunnu fáa hjálp á skeiði

Eitt skeið í skúlatíð kann vera ein góð hjálp hjá ungfólki, sum stríðast við angist, vísir nýggj gransking. Góða ávirkanin, sum eitt slíkt skeið kann hava, heldur á eftir at skeiðið er av.

25.09.2020

Næmingar, sum stríðast við angist, úr 18 miðnámsskúlum í Noregi hava tikið lut í eini stórari granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at finna útav, hvussu næmingarnir við at taka lut á einum skeiði kunnu fáa bilbugt við angist. Á skeiðnum hava ungfólkini tosað um angistina, tey hava møtt øðrum í somu støðu, og tey hava lært ymsar teknikkir at megna strongd, angist og órógv. Skeiðið er hildið í skúlum og skúlatíð.

Granskingarúrslitini, sum nú eru almannakunngjørd í tíðarritinum, Journal of the American Academy of Child and Adolescent Psychiatry, vísa, at orsøk er til bjartskygni.

– Vit hava kortlagt eyðkennini fyri angist hjá luttakarunum áðrenn og aftaná, og skeiðið hevði greitt positiva ávirkan. Luttakararnir høvdu færri tekn um angist eftir skeiðið, og teir hildu, at angistin í minni mun ávirkaði gerandisdagin negativt, sigur Bente Storm Mowatt Haugland, granskari og serfrøðingur við Instituttið fyri kliniska sálarfrøði við Universitetið í Bergen.

Eisini foreldrini hjá luttakarunum og heilsustarvsfólkini, sum høvdu skeiðið, sóu týðiligar batar.

– Foreldrini lótu upp aftur betur at enn næmingarnir; tey søgdu, at skeiðið hevði havt góða ávirkan, og sama søgdu tey, sum stóðu fyri skeiðnum, sigur Haugland.

Tá ið ungfólkini vóru biðin um at svara, hvat var gott við skeiðnum, vóru tað serliga tvey viðurskiftini, sum vórðu tikin fram.

– Fyri tað fyrsta snýr tað seg um opinleika og at vera góðtikin. Nógv halda, at tað er gott at kunna seta orð á tað, sum er trupult, og at uppliva, at tey ikki eru einsamøll við trupulleikanum. Fyri tað annað snýr tað seg um at læra seg teknikkir at megna angistina og støður, sum tey óttast, sigur Haugland.

- Gjøgnum skúlaheilsutænastuna kunnu vit røkka nógvum næmingum, sum tørvar hjálp, at megna angist og ikki lata hana stýra, sigur Bente Storm Mowatt Haugland. 

Á skeiðnum skuldu ungfólkini arbeiða við mátanum, tey hugsa og seta spurnartekn við, hvussu tey reagera. Tey máttu rætt og slætt venja ikki at tulka allar støður sum at vera ræðandi. Eitt dømi kann sambært Haugland vera, at tú ert bangin fyri, at hini í flokkinum fara at flenna, at tey halda, at tú ert býtt ella tey fara at avvísa teg, tí tú svarar onkrum spurningi skeivt.

Roynir tú henda teknikkin í ítøkiligum støðum, uppdagar tú, at nógv í flokkinum góðtaka, at onnur gera feilir. Kanska uppdagar tú eisini, at tað er í lagi, um onkur fer at flenna ella halda, at tú ert býtt.

– Ungfólkini skuldu eisini læra at leggja ætlanir fyri at loysa trupulleikar í staðin fyri at royna at sleppa undan tí, sum er ræðandi. Tað snýr seg um at “taka tarvin við hornunum” – men í smáum bitum. Roynir tú at sleppa undan tí, sum tú ert bangin fyri, kemur tú skjótt inn í eitt óheppið mynstur við eini atferð, har tú bara útsetir alt, og at alt so líðandi verður ov nógv fyri teg, sigur Haugland.

Tilsamans 313 ungfólk vóru við í granskingarverkætlanini.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.