Tíðindi/Greinar

29. november 2017

Ungdómur í vitanarsamfelagnum

Í novembur vóru vit á stýrisfundi hjá NFSP. Tveir teir fyrstu dagarnir vóru vit so heppin at vera við til teirra fyrilestrar, sum hesaferð vóru um trupulleikar hjá børnum, ið hava ringt við at koma í skúla ella slettis ikki koma í skúla. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Søren Østergård, granskari í ungdómlívi, hevði eina áhugaverda framløgu um børn í eini avriksmentan, har hann legði stóran dent á, at vit júst nú eru í eini tíð, har tað hevur størri týdning at klára seg væl til royndir, heldur enn at skilja tey evni, ein arbeiðir við. Samstundis, sum tey ungu liva í eini tíð, har tey altíð eru “on”. Tey ungu í dag hava heilt aðrar møguleikar enn tey vaksnu, sum eru um tey, høvdu, og tí er hetta stundum trupult hjá okkum at skilja. Tey hittast á netinum og kunnu her finna vinfólk, tey hava gott og langt samband við. Hetta er ein møguleiki, sum vit, sum eru um tey ungu, ikki høvdu, og tí kunnu vit hava ilt við at skilja, hvønn týdning hetta hevur hjá ungdóminum.

Østergård vísti eisini á, at tey ungu í dag í fyrstu syftu gera tað, tey megna, kenna og eru trygg við. Tey hava trupult við at ferðast í tí ókenda, og velja tí tað frá, sum sýnist ókent. Orsakað av, at vitanin í heiminum í dag er í eksponentiellum vøkstri, hevur arbeiðsmarknaðurin ikki tørv á arbeiðstakara, ið veit tað kenda, men hevur í alt størri  mun tørv á fólki, ið eru klár til broytingar og at royna nýggjar leiðir. Hetta ger, at teir dugnaligu næmingarnir, sum fara úr skúlanum í dag, hava tað trupult, tá tey skulu klára seg í arbeiðslívinum. Ímeðan tey hava megnað at læra seg tað kenda ómetaliga væl, eru arbeiðssom og dugnalig, so megna tey ikki í nóg stóran mun at ferðast í hesum broytingum, ið arbeiðslívið krevur í dag.

Tí meinar Østergård, at samstundis, sum næmingarnir hava alt størri hug til at hanga í tí kenda, og at vera innanfyri egin trygdarmørk, er tað júst her, vit skulu stuðla næminginum í at ferðast. Næmingurin hevur einans gagn av at læra at ferðast, har hann ikki kennir seg heilt tryggan. Sjálvsagt skal hetta vera í trinum, ið eru tilpassað næminginum. Arbeiðstakarin hevur heilt onnur krøv til arbeiðsfólkið í dag í mun til fyri bara heilt fáum áratíggum síðan. Hetta krevur, at vit sum skúli eisini fyrireika næmingin til at flyta seg, har tað er tørvur á tí. Tað er ikki neyðturviliga tørvur á fólki, ið dugir at finna sær vitan. Tað er eins stórur tørvur á fólki, ið dugir at brúka funna vitan, og at brúka hana á ein nýggjan hátt. Er hetta, sum Østergaard leggur fram, veruleikin, eigur hetta at hava ávirkan á skúlan.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan