Tíðindi

Ung verja privatlívið á netinum

– Heimsfarsóttin hevur havt við sær størri tilvit um talgildar vanar, sigur Tuva Beyer Broch, fólkalívsfrøðingur. Hon hevur tað seinasta árið fylgt einum bólki av kvinnum í aldrinum 19 til 25 ár.

27.07.2021

Talgildir pallar og sosialir miðlar eru fyri langari tíð síðan vorðnir partur av gerandislívinum. Ungfólk eru uppfinnarar, og tey eru mangan eisini tey, sum fyrst taka nýggjar miðlar í nýtslu. Men hvat merkir tað fyri sosiala lívið og samleikan hjá ungum kvinnum, at ymiskt privat úr lívi teirra verður lagt út á Facebook, Snapchat ella Instagram? Og hvat vilja tær í grundini leggja út á netið, og til hvønn?

Tuva Beyer Broch er granskari við Sosialantropologisk institutt á Universitetinum í Oslo og við Norsk institutt fyri nátturugransking. Hon er við í granskingarverkætlanini Privatlivets grenser, sum hevur fingið stuðul frá norska granskingarráðnum. Tey kanna, hvussu snildtelefonir og talgildur útbúnaður ávirka gerandislívið.

– Eg fann skjótt út av, at luttakararnir í kanningini vóru talgild á ein heilt annan hátt enn eg helt frammanundan. Nógv eru rættiliga ósjónlig. Øll eru á Facebook, Instagram og Snapchat, men tað er sjáldan, at tey leggja nakað út ella gera seg sjónlig á annan hátt. Tey flestu brúka mestu tíðina til bara at skrolla, sigur Beyer Broch.

Hon sigur frá, at samvera ígjøgnum netið í høvuðsheitum gongur fyri seg á kjatti ella í avtalaðum talgildum fundum, í afturlatnum bólkum og á privatum forumum.

– Tað tók eitt sindur av tíð, men nú eri eg við í fleiri afturlatnum bólkum, fyrst og fremst á Instagram og Snapchat. At sleppa at vera við í privatum forumum kennist á einum hátt sum at stíga inn um dyrnar í sovikamarinum hjá fólki. Hesi forumini eru heilt øðrvísi enn almennu rúmini, har fólk leggja seg eftir at vísa seg fram frá síni bestu síðu, sigur Beyer Broch, sum eitt nú er upptikin av, hvussu snildfonir verða brúktar og nær.

Seks av luttakarunum í kanningini kom Tuva Beyer Broch í samband við, meðan hon skrivaði doktararitgerð sína, Urbant ungdomsliv, natur og følelser (2020. Luttakararnir koma úr býum og bygdum, og teir bæði arbeiða og eru lesandi.

– Eitt, sum er vist, er, at nýtslan er ógvuliga ymisk, og hugburðurin til talgildar miðlar er somuleiðis ógvuliga ymiskur og fjølbroyttur, sigur hon.

Luttakararnir hava greiða fatan av, hvat er privat og hvat ikki er, sambært fólkalívsfrøðinginum. Myndir av egnum kroppi er eitt dømi um nakað, sum ikki ella sera sjáldan verða lagdar út.

– Summir av luttakarunum kunnu leggja vakrar myndir av sær sjálvum út, men teir hava greið mørk fyri, hvussu nógv av kroppinum teir vilja vísa. Eitt annað dømi er viðbreknar ella intimar støður. Eldri ættarlið kunnu siga frá alment, nær eitt parlag er endað, fyri síðan at fáa nógvan stuðul frá vinum. Men hetta hóvar ikki ungum kvinnum. Um okkurt er trupult, vilja tær helst siga tað beinleiðis við fólk, sigur Beyer Broch.

Arbeiðið við hesi kanningini var lagt til rættis áðrenn heimsfarsóttina. At byrjanin rann saman við byrjanina av heimsfarsóttini var av tilvild, og gjørdist á mangan hátt ein avbjóðing. Fyrimunurin er, at hon í dag hevur nógva sermerkta dátu, sum vísir, hvussu talgildu miðlarnir ávirka gerandislívið í samtíðini.

Beyer Broch hevur sæð eina greiða gongd gjøgnum hetta árið, hon hevur fylgt luttakarunum.

– Alt var gott í byrjanini av heimsfarsóttini, luttakararnir søgdu frá, at teimum dámdi væl at kunna liggja í songini og lurta eftir fyrilestrum klokkan 8 um morgunin í staðin fyri at skula upp og fara í skúla ella á universitetið, sigur hon.

Luttakararnir hildu, at afturlatingin ikki gekk út yvir vinaløg, tí teir hittust talgilt. Beyer Broch sigur, at talgildu fundirnir í byrjanini av heimsfarsóttini vórðu mettir at hava sama virði sum vanligir fundir, har fólk hittast.

– Eg haldi, at fólk dugdu væl at finna uppá. Tey sóu film saman, skipaðu fyri spælikvøldum og øðrum. Kreppan gav fleiri teirra eitt eyka talgilt git. Tað var spennandi at fylgja við í, sigur hon.

Broyting

Men eftir skjótt eitt ár – tá Noreg var latið aftur enn einaferð í januar 2021 – sá Tuva Beyer Broch eina týðandi broyting í, hvussu luttakararnir tosaðu um sítt talgilda gerandislív.

– Tað var ikki longur líka kul ella stuttligt at hittast tilagilt. Fleiri byrjaðu at tosa um sansir, um egið kropsmál og kropsmálið hjá øðrum, sigur Beyer Broch.

– Nógv søgdu, at tey vóru ørkymlað av, hvussu nógv mikrosamskifti hvørvur, tá ið tann, tú tosar við, ikki er í sama rúmi sum tú, sigur hon.

Fleiri av luttakarunum søgdu frá, at tað var lætt at gerast burturhugaður á skíggjanum. Tað var freistandi at gera annað samstundis, tá ið tú bara sært andlitið á hinum. Tey lýstu longulsin eftir nærveru og við henni bindingina at vera til staðar í samrøðuni.

– Hesar lýsingarnar eru knýttar til sambond, sum vanliga eru fysiskar í gerandisdegnum. Talgilta løtan kann skapa nærveru og vera intim; tað snýr seg serliga um tøtt sambond, har frástøða forðar fyri, at tú kanst møtast orsakað av koronu. Í slíkum førum kann talgilt samskifti fylla eitt tómrúm ella ein longsul, sigur Beyer Broch.

Gleða seg at sleppa undan skíggjum

Eftir eitt ár við talgildum møtum eru nógvir av luttakarunum í kanningini hjá Tuva Beyer Broch vorðnir meiri tilvitaðir um egnu útsjónd. Hon heldur, at tað er ein av orsøkunum til, at teir ikki tendra myndatólið, tá ið teir hittast í talgildum rúmum.

– Nógv orka ikki at gera seg klár til ein talgildan fyrilestur á sama hátt, sum tey gera seg klár, tá ið tey fara í skúla. Harumframt skal rúmið, har tey sita, vera ruddiligt. Í nýggja talgilda gerandisdegnum mugu tey hugsa um tað ytra, eisini tá ið tey eru heima hjá sær sjálvum, sigur Beyer Broch.

Hon heldur, at tað er stórur munur samanborið við fyrr, tá ið luttakararnir tosaðu um tað talgilta.

– Tey gleða seg at sleppa at sita saman aftur og sleppa frá skíggjum. Ein skíggi, sum fyrr fekk tey at verða saman, kennist viðhvørt sum ein skilnaðarveggur, sigur Beyer Broch.

 
Sjálvboðið og tvingsil

Kortini heldur fólkalívsfrøðingurin ikki, at tey ungu vaksnu í kanningini brúka telefon og net minni enn fyri einum ári síðan. Tá ið landið letur aftur, eru við eitt nógvir tímar í samdøgrinum, sum skulu fyllast við øðrum.

– Nógv av hesi tíðini fer til at skrolla. Tey hittast eisini fyri at hyggja at einum skíggja. Tað, sum eg havi funnið út av, er, at tað er munur á, hvat tey halda um vera á einum lítlum skíggja samanborið við saman á einum stórum skíggja. Tað sær út sum, at tey sum heild eru troytt av tí talgilda heiminum. Tey ungu eru troytt av at sita heima, og at tey hava mist rættin til at hittast, tá ið tey sjálv vilja, sigur Beyer Broch.

– Heimsfarsóttin hevur gjørt, at ungfólk eru farin at hugsa um tað, sum tey áður hava tikið fyri givið. Sum til dømis virðið av at vera saman við øðrum fysiskt, sigur hon.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.