Tíðindi

Ung klára seg verri í støddfrøði, hóast undirvísingin er vorðin betri

– Versnandi læruumhvørvi og minni motiveraðir næmingar kann vera ein orsøk til afturgongdina, men hetta sigur ikki alt, halda granskarar, sum hava kannað viðurskiftini.

03.02.2023

Førleikarnir hjá norskum næmingum í 9. flokki í støddfrøði eru versnaðir. Tað vísir ein nýggj kanningin, sum granskarar við Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking (ILS) við Universitetið í Oslo hava gjørt. Kanningin byggir á kortleggingarkanningina TIMSS. Í tíðarskeiðinum 2015-2019 staðfestu granskararnir, at afturgongdin svarar til ein triðing av einum skúlaári.

– Um vit seta hetta eitt sindur upp á spíss, so kunnu vit siga, at næmingarnir hava gjørt okkurt heilt annað enn støddfrøði ein triðing av skúlaárinum.

Tað sigur Trude Nilsen granskari við ILS. Saman við starvsfelagunum Hege Kaarstein og Anne-Catherine W.G Lehre vil hon hava at vita, hvør orsøkin er til afturgongdina.

Granskararnir siga, at undirvísingin er vorðin betri hetta sama tíðarskeiðið. Kunnu broytingar í læruumhvørvinum, motivatión og álitið hjá næmingunum á sínar egnu førleikar siga nakað um afturgongdina?

Versnandi umhvørvi og minni motivatión

– Vit funnu út av, at læruumhvørvið er versnað í tíðarskeiðnum, sum vit hava kannað. Greiningarnar vísa, at hetta hongur saman við afturgongdina í avrikum í lærugreinini støddfrøði, sigur Nilsen.

Læruumhvørvið snýr seg eitt nú um, at næmingar kenna seg heima í skúlanum og tryggar har. Eisini at øll fylgja lógum skúlans, og at eingin happing fer fram.

Tað hevur eisini stóran týdning, at góðar relatiónir eru millum næmingar, foreldur, lærarar og leiðsuna í skúlanum.

– Næmingarnir siga frá meiri happing, og lærarar og skúlastjórar siga frá ótryggari umhvørvi í skúlanum, sigur Nilsen.

Hon greiðir víðari frá, at eingin onnur gransking í Noregi bendir á, at versnandi læruumhvørvi ger, at avrikini í støddfrøði versna. Hinvegin vita vit frá aðrari gransking, at læruumhvørvi hevur ávirkan á, hvussu næmingarnir avrika.

Níggjunda floks næmingar minni álit á egnar førleikar í støddfrøði

Motivatiónin hjá næmingunum versnaði eisini í tíðarskeiðinum, sum granskararnir kannaðu. Motivatión snýr seg um ymiskt, sigur Nilsen: Tíma næmingarnir at arbeiða við uppgávum í støddfrøði? Passar tað at vera dugnaligur í lærugreinini inn í framtíðarætlanirnar hjá næmingunum? Hava næmingarnir sjálvsálit í støddfrøði?

Úrslitini vísa, at serliga sjálvsálitið hjá næmingunum í lærugreinini versnaði í tíðarskeiðnum, sum var kannað.

– Í tí, vit hava funnið út av, hevur eitt ótryggari læruumhvørvi og versnandi sjálvsálit hjá næmingunum samband við versnandi avrik í støddfrøði, sigur Nilsen.

– Men hetta forklárar ikki alla afturgongdina, sigur Hege Kaarstein.

Ymiskt bendir á, at tað eisini eru aðrar orsøkir til versnandi avrikini hjá næmingunum.

Størri samfelagsbroytingar ávirka úrslit hjá næmingum í støddfrøði og náttúruvísindum

– Avrikini í støddfrøði og náttúruvísindum eru versnað. Í báðum lærugreinum hava vit funnið út av, at læruumhvørvi og sjálvsálitið hjá næmingum kunnu siga nógv um versnandi avrik, sigur Trude Nilsen.

– Vit vita eisini, at hóast versnandi úrslit, er undirvísingin í sama tíðarskeið vorðin betri, sigur hon og vísir til greiningar TIMMS-úrslitum.

Hvat annað í læruumhvørvinum hjá næmingunum kann siga nakað um, hví avrikini í støddfrøði og náttúruvísindum eru versnað? Granskararnir vísa á hesi viðurskifti:

Næmingarnir eru svangari í skúlanum, tí teir leypa matpakkan um (Aftenposten)
Teir sova minni enn áður (NRK)
Næmingar hava minni undanvitan enn áður
Næmingar hava minni áhuga í undirvísingini enn áður

– Í náttúruvísindum síggja vit, at málfatanin hjá næmingum er versnandi. Okkara greiningar vísa, at hetta hongur saman við afturgongdina í avrikunum í náttúruvísindaligu lærugreinunum, sigur Anne-Cathrine Lehre.

Nilsen leggur dent á, at ymsu kanningarnar, sum tey hava gjørt í støddfrøði og náttúruvísindum, vísa eina øðrvísi samansetta næmingasamanseting.  

– Tí er umráðandi at hyggja at tí stóru myndini, soleiðis at vit kunnu forklára, hví næmingar klára seg verri í støddfrøði og øðrum lærugreinum, sigur Nilsen.

Um kanningina

Trude Nilsen og starvsfelagarnir brúktu úrslitini í TIMSS-kanningini, sum er altjóða kanning, har førleikarnir hjá næmingum í støddfrøði og náttúruvísindum verður kannaðir.

TIMSS stendur fyri «Trends in International Mathematics and Science Study»
Málbólkarnir eru næmingar í 5. og 9. flokki.
Kanningin kortleggur førleikarnar hjá næmingum í støddfrøði og náttúruvísindum og savnar inn bakgrundsupplýsingar via spurnabløð, sum næmingar, lærarar og skúlastjórar svara.
Noreg hevur gjørt TIMSS-kanningar síðan 1995. Kanningin verður gjørd fjórða hvørt ár, næstu ferð í ár.
Eitt úrval av næmingum í hvørjum árgangi taka lut. Úrslitini verða samanborin yvir tíð, tí helmingurin av uppgávunum er eins frá eini kanning til aðra, og lítlar og ongar broytingar verða gjørdar í spurnabløðunum frá ferð til ferð.
Harumframt verður sami stigi brúktur at meta avrikini eftir í øllum TIMMS-kanningunum. Stigin hevur verið í nýtslu síðan 1995.
Tað er Institutt fyri læraraútbúgving og skúlagransking, sum ger kanningina fyri Útbúgvingarmálaráðið í Noregi.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.