Tíðindi


Undirmetið ikki børnini

Vit síggja og hoyra tað javnan í miðlum, hvussu røsk og íðin okkara børn í øllum aldri í fólkaskúlanum eru. Tey skapa, kanna, granska og spæla sjónleik. Carl Eli Nolsøe, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

12. oktober 2017

Meðan PISA-kanningar og onnur kanningarúrslit vísa á, at vit enn ikki heilt kunnu sammeta okkum við fremstu skúlar í heiminum, tykist kreativiteturin og ídnið í fólkaskúlanum at vera á einum hæddarpunkti. Heilt illa kann tað valla standa til.
Lurtið bert eftir barnaútvarpinum. Fleiri ferðir um vikuna eru frásagnir úr skúlum kring landið, sum bera boð um hugagóðar næmingar, sum á sera ymiskan hátt læra við at skapa og samarbeiða í verkætlanarbeiðum. Rættiliga stuttligt at hoyra.
Og hesar frásagnir siga ikki allan veruleikan. Tí nógv, sum børn rokast við í skúlum, kemur ikki altíð fram í ljósið. Á mínum arbeiðsplássi, eins og á øðrum skúlum, hava vit eldsálir, sum hvørt ár venja og framføra sjónleik í innskúlingini og hava ymiskar kvøldsetur við evnum so sum sagnir, sum eru knýtt at framløgu og framførslum.

Hjáveiða
Tey, sum hava roynt slíkt, vita, hvussu orkukrevjandi slíkt arbeiði er – men samstundis so øgiliga gevandi, tá ið tað samvirkar. Hetta styrkir um felagsskapin, sambondini millum næmingarnar og sambandið við lærararnar. Foreldur og avvarðandi fáa helst eina jaliga mynd av skúlanum, og tað smittar av á børnini í prátinum um skúlan.

At arbeiða við evnum, leggja fram og eitt nú framføra sjónleik í innskúlingini og miðdeildini, gevur so ómetaliga góða hjáveiðu. Børnini venja frá ungum árum at traðka fram, hava orðið, eiga pallin og at tosa hart framman fyri øðrum børnum og vaksnum. Tað fer at kennast sum ein natúrligur partur í teirra virksemi í framtíðini. Hetta styrkir teirra sjálvsálit og opnar upp fyri teimum ein heim, sum tey kanska ikki kendu áðrenn.

Læraraútbúgvingin
Hóast lærarar eru ymiskir og hava ymiskar styrkir, sum kemur til sjóndar í eitt nú kreativum og sansaligum arbeiði, so skerst ikki burtur, at læraraútbúgvingin kann vera við til at kveikja ymiskt gevandi hjá komandi lærarum. Tann parturin má ikki avmarkast og versta føri skerast burtur á lærararútbúgvingini, nú farið verður meira og meira tann “akademiska” vegin.

Sum partur av gomlu skipanini – sum avgjørt mátti broytast á summum økjum – merktu vit felagsskapin hvønn dag og arbeiddu nógv tvørtum um saman við námsfrøðilesandi, og saman skaptu vit listarlig úrslit og framførdu eisini eitt nú sjónleik saman. Ein ógloymandi og framúr góð tíð, sum avgjørt hevur givið íblástur til núverandi virksemi.
 
Etisk- og samfelags viðurskifti
Nú, eg nevni í yvirskriftini um ikki at undirmeta børnini, so hugsi eg eisini um prát við tey um alskyns samfelagsviðurskifti frá politikki, sosiologi til etisk mál. Til ber saktans at taka ymisk evni upp longu í innskúlingini, sum á onkran hátt eisini ávirkar tey óbeinleiðis ella beinleiðis.
Tað er stuttligt og áhugavert at hoyra børn práta um heimin, og samstundis styrkir hetta teirra vitan, tí børn fáa eisini nógv við við at lurta eftir øðrum hugsanum. Eisini ber væl til at venja børnini við at taka orðið; at tey halda stuttar talur um ymisk evni.

Undirmetið ikki børnini – latið tey sleppa at royna seg á ymiskum pallum!

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.