Tíðindi

Umráðandi at viðgera avrik hjá næmingunum

- Tá ið vit síggja, at okkurt ikki gongur so væl sum ætlað, royna vit at finna fram til, hví so er; um tað er undirvísingartilfarið, arbeiðshátturin ella annað, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri

25.03.2020

Í fjør heyst var Nám saman við fólki úr Undirvísingarstýrinum kring landið í øllum skúlaøkjunum, har tey kunnaðu skúlaleiðslurnar um landsroyndarúrslit og próvtøl frá fráfaringarroyndini í 9. flokki í 2018. Endamálið við hesum er at skúlarnir brúka úrslitini at hyggja eftir, hvar vit eru, og hvat vit kunnu gera.

- Hetta er gott tiltak. Úrslitini hava tann týdning, at vit fáa eina støðumynd. Tað er eisini umráðandi, at skúlaleiðslurnar boða teimum, sum skipa fyri royndum og próvtøkum, frá, tá ið tey varnast eitthvørt, ið eigur at verða viðgjørt ella tillagað. Vit síggja eitt nú, at nógvir næmingar hava trupulleikar í onkrum ávísum; tað síggja vit í royndum og próvtøkum í fólkaskúlanum og tað sæst eisini aftur á miðnámi; tað er sera umráðandi at finna fram til, hvat tað er, sum næmingarnir hava trupult við og hví, og síðan skipa so fyri, at hetta verður bøtt.

Kanningar, sum næmingar taka lut í, so sum landsroyndir, PISA-kanningar og annað, eru ikki ráðandi fyri námsfrøðiliga kósina í skúlanum, sigur Eyðna Magnussen, men tá ið tað er sagt, so kunnu tey lesa okkurt úr kanningunum.

- Vit gera vanliga tað, at lærararnir, sum eru um flokkin, ið hevur verið til kanning, tosa um úrslitini sum heild. Hagtølini, sum vit nú fáa frá Próvstovuni, eru ordiliga góð og greið; vit síggja greitt, hvat okkara næmingar duga væl, og hvat teir duga minni væl. Tá ið vit síggja, at okkurt ikki gongur so væl sum ætlað, royna vit at finna fram til, hví so er; um tað er undirvísingartilfarið, arbeiðshátturin ella annað. Tá ið næmingarnir eru til roynd, síggja vit væl, um tað er okkurt, sum ikki riggar; kanska eru royndirnar ov drúgvar, so næmingarnir ikki náa at loysa allar uppgávurnar; kanska eru uppgávurnar ov torførar ella ov lættar í mun til námsætlanina.

Wiseflow er eitt gott amboð, heldur Eyðna Magnussen.

- Tá ið næmingarnir eru til roynd, síggi eg í skipanini, hvussu teir klára seg; eg síggi miðalið fyri flokkin, miðal fyri árgangin, og so hvussu hvør einstakur klárar seg. Eg síggi eisini, um tað er onkur uppgáva, sum næmingarnir ikki loysa. Tá ið amboðið er so ítøkiligt, er lætt at síggja, hvat tað er, sum næmingarnir hava tað trupult við og so royna at loysa tað.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.