Tíðindi

Um pláss var, vóru helst fleiri næmingar

- Talið av næmingum hevur serliga týdning fyri, hvussu vit kunnu skipa okkum sum skúli, sigur Jan Christiansen, skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni

12.10.2023

Skúlin á Trøðni virkar í dag eftir løgtinglógini um serskúla. Umframt játtanina á fíggjarlógini gjalda kommunurnar eitt ávíst gjald, tá ið ein ella fleiri næmingar úr kommununi byrja í Skúlanum á Trøðni. Í upptøkunevndini fyri skúlan eru umboð fyri Sernám, Barna- og undirvísingarmálaráðið, Kommunufelagið og Skúlan á Trøðni.

- Í dag ganga 60 næmingar í skúlanum. Aftur og aftur vísir tað seg, at tørvur er á serskúlanum, og tí hava vit í dag heilt einfalt ikki pláss fyri fleiri næmingum. Í 90-unum byrjaði hugtakið Ein skúli fyri øll at mynda skúlaumhvørvið, so tá fór næmingatalið úr einum 100 næmingum niður í eini 30. Hetta var jú eitt politiskt ynski frá skúlamyndugleikunum, at Skúlin á Trøðni meira ella minni skuldi niðurleggjast.

- Men við tíðini vendi hugburðurin aftur, og tað varð viðurkent, at hetta bar ikki til. Millum annað vísti tað seg í løgtingslógini um serskúla frá 2005. Í dag ganga aftur fleiri næmingar her, og høvdu vit pláss fyri fleiri, so vóru vit fleiri.

- Talið av næmingum hevur serliga týdning fyri, hvussu vit kunnu skipa okkum sum skúli. Næmingarnir eru ymiskir, og tí er tað eisini ymiskt, hvussu best er at skipa teir í flokkar. Summir hava tørv á ein til ein, men fleiri kunnu vera í bólki, og tá er umráðandi, at næmingarnir finna onkran, sum teir tíma og hóska saman við. Vit hava sjálvsagt fleiri møguleikar við fleiri næmingum, leggur Jan Christiansen, skúlastjóri dent á.

Víðari vísir skúlastjórin á, at í dag eru fleiri sertilboð í fólkaskúlanum sum heild. Hetta hevur havt við sær, at næmingarnir, sum í dag ganga í Skúlanum á Trøðni, hava ein øðrvísi tørv á serkunnleika bæði fakliga og sosialt enn fyrr.

- Vinningurin við ymiskum skúlatilboðum er sjálvandi, at sertilboðini eru nærri næmingunum, og tó síggja vit enn, at næmingar úr øllum landinum leita sær her. Óivað fara tað altíð at vera nakrir næmingar, sum ikki fáa rætta tilboðið, har teir búgva. Tí hevur hetta skúlatilboðið stóran týdning, og vit síggja ferð eftir ferð, at Skúlin á Trøðni er rætta skúlatilboðið til nøkur.

Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2023


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.