Tíðindi

Týdningarmikið at skúlabygningurin er bæði praktiskur og funktionellur

Tað hevur verið ein avbjóðing, men alt er gjørt til tess at raðfesta tað vakra og tað góða.

11.03.2024

Hvat verður serligur dentur lagdur á, tá ein nýggjur skúlabygningur skal teknast og byggjast? Tað er ikki bara sum at siga tað at tekna og byggja ein nýggjan skúla, tí nógv ynski og krøv skulu ganga upp í eina hægri eind, skal úrslitið gerast gott.

Tað eru Brim Arkitektar, sum hava teknað bygningin, sum fer at hýsa spildurnýggju framhaldsdeildini í Sankta Frans skúla, sum Húsavarðatænastan smíðar. Bygningurin, sum er 1.100 fermetrar til støddar og í tveimum hæddum, skal vera liðugur og handast Tórshavnar kommunu og Sankta Frans skúla í summar. Hann stendur á horninum Pedda við Stein gøta-Varðagøta. Tað er á júst sama staði, har vøggan hjá gamla Stella Maris stóð.

Aslaug Olsen, skúlastjóri, vísir á, at tey longu á teimum fyrstu fundunum við byggiharran og arkitektastovuna gjørdu síni ynski um nýggju framhaldsdeildina greið. Tað hevur vigað ógvuliga tungt hjá skúlanum at fáa so góð og ljós og rúmlig flokshøli sum til ber við tilhoyrandi bólkarúmum og serstovur, sum skulu lúka serligar treytir fyri modernaðari útgerð og undirvísing í ávísum lærugreinum, eitt nú í alis- og evnafrøði.

- Tað er av sera stórum týdningi, at skúlabygningurin er bæði praktiskur og funktionellur, men hann skal eisini vera vakur og taka seg út sum eitt estetiskt njótilsi, tí næmingar og lærarar skulu trívast og hava tað gott í skúlanum.

Tað hevur eisini verið umráðandi fyri leiðsluna at gera serliga væl egnað høli til heilsu- og sálarfrøðing og tryggja, at atgongdin hjá næmingunum til hesar tænastur er so góð og ómakaleys sum gjørligt og passaliga burtur frá óviðkomandi.

Eisini er hugsað um fólk við serligum tørvi, og tí er ein lyfta millum báðar hæddirnar. Lyftan var eitt krav frá skúlaleiðsluni. Og so eru tað onnur praktisk viðurskifti so sum goymsla og høli til reingerð og tekniska útgerð, ið hava fingið innivist.

Hinvegin er eingin kantina í nýggju framhaldsdeildini. Tað høvdu tey á skúlanum annars ynskt sær. Men pláss er ikki fyri kantinu, og tí hevur tað verið eitt krav frá leiðsluni, at hondvask skal vera í hvørjari skúlastovu, so reinføri altíð er í hásæti, og næmingarnir kunnu vaska sær um hendurnar.

Eitt øki brýtur tó púra frá øðrum og er serliga væl hugsað inn í heildina. Tað er tað stóra felagsøkið í neðra við einum opnum svala í erva. Tað ger økið til nakað serligt og er hugsað sum ein mið- og savningarstaður, har bæði næmingar og lærarar kunnu hittast.

Tað skerst tó ikki burtur, at økið fyrst og fremst er hugsað til næmingarnar, sum eru stór børn ella tannáringar. Tí er økið ikki einans ein arbeiðsstaður og eitt opið bókasavn í landslagnum, men eisini ein frí- og savningarstaður, har næmingarnir kunnu hittast um annað enn bara skúla.

- Eg hugsi, at tað er gott, at vit fáa ein spildurnýggjan bygning til framhaldsdeildina, tí talan er um tannáringar, sum krevja nakað annað og meira enn yngru næmingarnir. Vit fara í øllum førum at gera okkara allarbesta til tess at skapa eitt gott og hugnaligt umhvørvi, sum talar til teirra, so tey hava síni “hanga-út-støð”, sigur Aslaug Olsen.

Brot úr grein í Skúlablað nr 1, 2024, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.