Tíðindi

Týdning at raðfesta inklusjón í skúlunum

– Tú kanst røkka út til næmingar við bæði stórum og smærri avbjóðingum við at seta orku av til fólk, sum hava innlit í tað praktiska og sernámsfrøðiliga, sigur Kirsten Baltzer, granskari

12.01.2022

Hvussu kunnu vit so í vanligu skúlaflokkunum røkka næmingum, sum hava smærri avbjóðingar? Hetta hevur Kirsten Baltzer, ph.d. og lektari í sernámsfrøði á Aarhus Universiteti, eisini nøkur boð uppá.

– Tað gera vit við at næmingalaga undirvísingina. Tað vil siga, at undirvísingin skal verða bygd upp soleiðis, at allir næmingarnir vita, hvat teir skulu læra. Har kunnu eitt nú vera uppgávur í trimum ymsum førleikastigum, fortelur hon.

– Her hevur tað týdning at røkka út til allar næmingarnar. Undirvísingin skal leggjast væl og virðiliga til rættis saman við serkønum innan námsfrøði, sigur Kirsten Baltzer.

Ein annar leistur er at motivera næmingarnar at læra seg sjálvar.

– Í staðin fyri, at lærarin greiðir frá í longri tíð, so skal man læra næmingarnar at læra hvønn annan. Til dømis við at bjóða teimum av og spyrja, hvat ymisk orð merkja,s og so lata teir finna út av tí, sigur Kirsten Baltzer.

Eftir at hava granskað í námsfrøði og inklusjón í nógv ár hevur Kirsten Baltzer eina fatan av, hvønn týdning tað hevur at raðfesta inklusjón í skúlunum. Hetta sæst serliga hjá børnum, sum hava gingið í serflokkum.

– Vit vita, at hesi børnini ikki altíð fáa teir neyðugu sosialu førleikarnar, sum aftur førir við sær, at tey ikki altíð vita, hvussu man er saman við øðrum, sum hoyra til stóra meirilutan. Hetta verður ein trupulleiki, tá man aftan á níggju til tíggju ár í fólkaskúlanum skal í miðnámsskúla og til frítíðarítriv saman við øðrum ungum, sigur Kirsten Baltzer.

Hon heldur væl, at hetta kann loysast.

– Ofta eru avbjóðingarnar ikki størri, enn at man saktans kann fáa tað at rigga. Tað krevur bara góða fyrireiking til eina skipaða undirvísing, sigur hon.

Viðmæli

Kirsten Baltzer hevur nøkur yvirskipað viðmæli.

– At hava tveir flokkar í einum skúla haldi eg vera eina góða loysn til næmingar, sum hava sera umfatandi avbjóðingar, tá ið talan er um at læra, soleiðis sum skúlin er skipaður í dag, sigur hon.

– Og tá tað snýr seg um næmingar við minni avbjóðingum, so haldi eg, at tað kann skipast við at hava øll børnini í somu skúlastovu, sigur Kirsten Baltzer.

Hon tekur samanum:

– Tú kanst røkka út til næmingar við bæði stórum og smærri avbjóðingum við at seta orku av til fólk, sum hava innlit í tað praktiska og sernámsfrøðiliga. So kann tað eydnast at skapa tann inkluderandi skúlan. Men tað krevur, at lærarar eisini skulu umstilla seg, og at man er sera varugur við, hvussu hetta kann gerast, sigur Kirsten Baltzer.

Kirsten Baltzer hevur í fleiri ár granskað í menningini av inkluderandi undirvísing og skúla; í august var hon í Føroyum saman við granskaranum Lotte Hedegaard-Sørensen í sambandi við ein evnisdag á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum um inklusjón og tann inkluderandi skúlan.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2021

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.