Tíðindi

Týdning at kenna karmarnar í skúlanum

Tað hevur týdning fyri næmingar at vita, hvussu formligu viðurskiftini eru í skúlanum; eitt nú um skúlin hevur telefonpolitikk, næmingaráð, trivnaðarætlan og AKT-lærara.

09.10.2023

Í nýggju kanningini av trivnaðinum hjá næmingum í 5., 7. og 9. flokki, sum var gjørd í februar og mars í ár, vóru næmingar spurdir, um skúli teirra, hevur telepolitikk, trivnaðarætlan, næmingaráð og AKT-lærara. Og tað er ikki av ongum, at spurningar um hesi viðurskifti verða settir, tí í frágreiðingini verður staðfest, at vitan um formlig viðurskifti virka við til at skapa struktur og tryggleika í skúlanum, sum aftur ávirkar trivnaðin hjá næmingum.

Um reglur fyri nýtslu av telefon siga 82 prosent av næmingunum seg vita, at skúlin hevur slíkar, samanborið við 88 prosent í 2019. 6 prosent siga, at skúlin ikki hevur reglur, og tað er nøkulunda tað sama sum í seinastu kanningini. Tølini vísa, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu væl skúlarnir kunna næmingar sínar um telefonpolitikkin, tí spjaðingin er frá 61 til 96 prosent í játtandi svarunum um, hvørt skúlin hevur reglur fyri nýtslu av telefon. Spurt verður ikki um, hvussu reglurnar eru. Í frágreiðingini verður sagt, at tað er merkisvert, at vitanin hjá næmingunum um telefonreglur er minkað við 6 prosentum havandi í hugsa, at telefonin fyllir so nógv og skapar órógv í tímum og fríkorteri.

Tá ið talan er um trivnaðarætlan, eru tað bara 15 prosent av næmingunum, sum siga, at skúlin hevur eina. Hetta er meiri enn helvtin minni enn í 2019, tá 40 prosent søgdu, at skúlin hevði trivnaðarætlan. Ikki minni enn 51 prosent siga seg ikki vita, um skúlin hevur trivnaðarætlan. Almennu myndugleikarnir søgdu annars í 2015, at allir skúlar skulu hava eina slíka, og at allir partar í skúlanum skulu kenna hana. Í frágreiðingini verður sagt, at tørvur er á at fáa fyribrigdið trivnaðarætlan á breddan og viðgera tað, tí tað er í trivnaðarætlanini, at virðini í skúlanum verða lýst og viðgjørd. Tá næmingurin kennir hesi viðurskifti, er tað einfaldari hjá honum at navigera í skúlanum og virka við til tryggleika.

Kanningin vísir, at tað er samanhangur millum trivnað og vitan um næmingaráð; størri partur av teimum, sum trívast væl, eru eisini vitandi um, at skúlin hevur næmingaráð. 86 prosent av næmingunum siga, at skúlin hevur næmingaráð, hetta er 22 prosent fleiri enn seinastu kanning. Í frágreiðingini verður sagt, at næmingaráðini síggja út til at virka í flestu skúlum, og tí er tað eitt gylt høvi at seta trivnaðarætlanina á skránna í næmingaráðunum og ígjøgnum næmingaráðini kunna um trivnaðarætlanina.

Viðvíkjandi AKT-lærara eru tað 21 prosent av næmingunum, sum vita, at skúlin hevur AKT-lærara, 64 prosent vita ikki, hvat AKT-lærari er, og 13 prosent vita ikki, um skúlin hevur ein. Orsøkin kann vera – verður sagt – at tað er størstan mun eru lærararnir, sum samstarva við AKT-læraran heldur enn næmingarnir sjálvir.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.