Tíðindi

Tøknin tekur meira og meira ræðið á og í skúlunum

Foreldur, lærarar, leiðslur og myndugleiki mugu taka talgildisbúgvingina í álvara. Tað er okkara uppgáva saman at læra næmingarnar at ferðast í talgilda heiminum. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

27.10.2023

Tøknin er góð, men hon er vandamikil, tá vit ikki duga at brúka hana. Vit hava roynt at runnið aftan á tøknini, men hon hevur ment seg ov skjótt, til at vit hava klárað at fylgt við. Vit hava ongantíð klárað at runnið frammanfyri. Hetta hevur við sær, at vit – tá ið vit møta nýggjari tøkni – aloftast  ´ ikki eru fyrireikað og klár at brúka hana og alt tað, ið tøknin hevur at bjóða okkum.

Skíggjanýtslan hjá børnum, ungum og vaksnum er vaksin munandi seinastu árini. Pallarnir eru nógvir. Teir eru ógvuliga ymiskir. Summir pallar eru góðir og aðrir minni góðir. Hetta er tað, ið vit skulu liva við. Hetta er tað, framtíðin hevur at bjóða.

Fleiri og fleiri tvístøður næminganna millum verða drignar inn um skúlagátt. Hesar tvístøður eru ikki sum tær, vit vanliga taka okkum av. Tvístøðurnar á sosialu miðlunum ganga oftast fyri seg uttan fyri skúlagátt, tí tá næminganir eru í skúla, brúka tey ikki telefon.

Vit hoyra um fleiri og fleiri skúlar, sum seta forboð fyri, at næmingar sleppa at brúka telefon í skúlatíð. Men hóast hetta forboð standa vit ferð eftir ferð og skulu loysa tvístøður, sum eru farnar fram í frítíðini hjá næmingum.

Happing og útihýsing á sosialu miðlunum eru alsamt oftari samrøðuevnini á floksfundum og í næmingasamrøðum.
Tað er torførari at fáa greiðu á eini tvístøðu á sosialu miðlunum sammett við, tá ein tvístøða er í skúlagarðinum. Tí mugu vit ansa okkum, hvussu nógv vit blanda okkum, tá tað er eitthvørt, sum ikki hendir í skúlatíðini. Hóast tað er torført, tá vit síggja, at næmingar stríðast við tvístøður, mugu vit duga at skyna á, hvat hoyrir til skúlan, og hvat hoyrir til heimafrontin. Okkara uppgáva í hesum førum er at vegleiða og upplýsa heldur enn at loysa.

Tá tað er sagt, so hevur talgildi heimurin nógv meiri at bjóða enn bara happing á sosialu miðlunum.

Tað er eins og vit nú skulu uppalast av nýggjum. Vit vaksnu og børnini. Vit mugu læra okkum at ferðast í hesum, stundum, fremmanda heimi. Hvat gera vit, hvat gera vit ikki, hvørjar eru avleiðingarnar. Hetta kennist, sum tá eg var smádrongur í Hvalba og fekk boð um, at eg skuldi í bjargingarvest, um eg fór á kaiina at fiska.

Foreldur, lærarar, leiðslur og myndugleiki mugu taka talgildisbúgvingina í álvara. Tað er okkara uppgáva saman at læra næmingarnar at ferðast í talgilda heiminum. Hetta er nakað, vit mugu hugsa um longu frá skúlaársbyrjan. Vit mugu minna tey á at brúka bjargingarvestin, og hvussu vit brúka hann.

Tøknin tekur meira og meira ræðið á og í skúlunum. Gamla, bláa protokollin er í flestu førum vorðin søga. Nú verður skrásett umvegis kervi.fo, fráboðanir um sjúk børn v.m., koma umvegis teldupost, sms og enntá viðhvørt sum messengerboð. Lærarar uppliva at fáa fráboðanir alt samdøgrið. Tøknin ger, at vit hava døgnvakt, um vit sjálv ikki seta mørk. Vit mugu gera greitt, at tað ber til at samskifta við okkum t.d. frá 8-16. Gera vit ikki hetta, so eru vit til arbeiðis alt døgnið, og tá er lítil tíð at løða battaríini upp aftur.

Vit eiga eisini at fáa amboð frá arbeiðsgevara okkara. Vit eiga at fáa arbeiðstelefonir og nummur, ið hoyra til. Hetta er eisini ein partur av talgildisbúgvingini.

Í sambandi við talgildisbúgvingina mugu vit venja okkum við orðið vitlíki. Vitlíki ger, at vit sleppa undan at hugsa. Vit fáa tað, vit vilja hava, tá vit vilja hava tað.

Hóast tað eru fleiri lærarar, ið vilja hava vitlíki, har piparið grør, so vita vit, at hetta eisini er nakað, ið vit skulu læra at kenna, og sum er komið fyri at vera. 

Fleiri okkara hava longu verið í samband við vitlíki. Onkur okkara, tí næmingar hava misnýtt tað, og onkur okkara, tí vit hava nýtt tað í undirvísing.

Sum eg legði fyri við at skriva, so er tøknin góð, tá vit duga at brúka hana. Eg síggi fleiri møguleikar enn forðingar í at brúka vitlíki.

Vitlíki er gott at brúka at sparra við, tá ein eitt nú skal fyrireika undirvísing. Góðar, væl grundaðar undirvísingargongdir, góð hugskot til spennandi, øðrvísi og stuttligar lærihættir. Vitlíki er fantastiskt fyri okkum lærarar og næmingar til at fáa íblástur til tað, ið vit ætla okkum at fara undir.

Hóast tað onkuntíð tykist torført at fylgja við menningini, mugu vit læra børnini at skilja, hvussu vit bera okkum at, tá vit fáast við tøkni, og vit mugu alla tíðina hugsa okkum væl um sjálv, hvussu vit brúka tøknina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.