Tíðindi

Tøknin hevur broytt undirvísingina

Leiklutin hjá læraranum í flokkinum er broyttur við tøknini. Tað heldur André F. Danielsen, lærari og telduvørður í Stranda skúla. Virðiligt samskifti og umsorgan er lykilin til at skapa neyðuga álitið millum lærara og næming, sigur hann.

01.11.2023

Næmingarnir í miðdeildini í Stranda skúla kýta seg av øllum alvi. Tey hava evnisviku um heimsins lond og eru forvitin. Tey kanna, leita og spyrja. Sjónarringurin røkkur víða, og svarini finna tey langt uttan fyri skúlastovuna. Heimurin og tøknin er teirra pallur. Men lærarin er framvegis neyðugi myndugleikin, sum við hollari vitan um námsfrøði og læring er vegleiðari í flokkinum.

- Tíðirnar eru broyttar, og vit mugu viðurkenna, at tøknin spælir ein munandi størri leiklut hjá nýggja, uppvaksandi ættarliðnum, sigur André F. Danielsen, sum er lærari og telduvørður í Stranda skúla.

Spurningurin um kt í skúlanum er javnan til umrøðu. Sjálvur er André bjartskygdur og heldur, at nýtslan av kt í skúlanum í stóran mun byggir á álit millum lærara og næming.

- Eg havi onga orsøk at halda, at næmingarnir svika og nýta tøknina sum amboð at sleppa undan skúlaarbeiði. Tvørturímóti er tað mín greiða fatan, at næmingarnir eru forvitnir av lyndi og koma í skúla fyri at læra og duga sær hógv við tøknini, sigur hann.

Men hvussu skapast álitið millum lærara og næming í nýggja, fagra heiminum, har tøknin setir dagsskránna og mennist og broytist skjótari enn føroyska veðurlagið?

- Besta amboðið er at tosa og samskifta við næmingin. At vísa næminginum álit, umsorgan, virðing og áhuga. Ein góður máti er geva næminginum konstruktiva afturboðan, feedback, og gera viðmerkingar, ið eggja næminginum at halda fram við arbeiðinum. Hinvegin hevur lærarin evstu ábyrgd í flokkinum og skal hava eftirlit við, at alt fer rætt fram. Og skuldi tað, móti øllum skilvísi, verið neyðugt at átala svik, er best at viðmerkja tað í einum góðum og siðiligum anda, so næmingurin skilir og tekur til eftirtektar, tí revsing er sjáldan fremjandi og góð læring, sigur André. 

Hann vísir á fleiri góð og talandi dømi um, hvussu næmingar í Stranda skúla hugsa nýtslu av tøkni inn í sjálva undirvísingina og gerandisdagin.

Til dømis var ein føroysk app fyri stuttum givin út, sum kann gera føroyska talu um til tekst. Ein næmingur var skjótur at fregnast, um amboðið kann knýtast beinleiðis at og brúkast saman við skriviamboðnum word.

Eitt annað dømi er um ein næming í fjórða flokki, sum hevði tørv á at týða upplýsingar úr enskum máli til føroyskt. Google Translate dugir ikki enn at týða til føroyskt, men onkursvegna hevði næmingurin sjálvur leitað og funnið fram eitt ókeypis amboð á netinum, ið dugir at týða fremmand mál til føroyskt.

Hesi dømi geva eina fatan av, hvussu tøknin kann nýtast sum hent amboð í skúlanum og í gerandisdegnum. Spurningurin er so, um hetta er til gagns fyri næmingarnar ella ikki. Tað veldst um eyga sum sær, heldur André.

- Vit kunnu velja at vera kritisk og siga, at týðingin ikki kann nýtast, og at arbeiðið hjá næminginum hevur verið til fánýtis. Ella vit kunnu velja at síggja møguleikarnar úr einum øðrvísi sjónarhorni og siga, at tað er framúr, at ein næmingur er so fúsur og framsíggin og megnar at finna loysnir og skapa ítøkilig úrslit. Við einum jaligum hugburði og opnum sinni kann lærarin vegleiða, so næmingurin kann menna sínar førleikar og loysnir enn meira. Við einum neiligum hugburði er vandi fyri, at hugurin fánar, og næmingurin má byrja heilt av nýggjum.

Brot úr størri grein, sum stendur í Skúlablað nr 5, 2023, sum nýliga er komið. Jákup Bogi Joensen hevur skrivað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.