Tíðindasavn


02.10.2015 Talgildur demensur

Mikukvøldið 7. oktobur klokkan 19.00 verður fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt við heitinum Talgildur demensur.


 
Okkara samfelag er innrættað á ein hátt, har heilin undirpresterar, tí talgildu miðlarnir gera arbeiðið fyri okkum. Vit minnast ikki longur telefonnummar, ella teir ymisku fundirnir, vit skulu á, ella hvussu vit koyra frá einum staði til annað. Hetta ger fartelefonin ella gps’arin fyri okkum. Í skúlanum er mann langt síðani farin frá at læra ting uttanat. Fyrr segði mann, at hetta var fantastiskt fyri heilan, tí so hevði hann yvirskot at gera okkurt annað. Í dag veit mann tó, at heilin virkar júst á mótsætta hátt, nevniliga meiri hann veit, meiri lærir hann eisini.
 

Talgildu miðlarnir elva til, at heilanum ikki nýtist at arbeiða eins nógv og fyrr, og hetta elvir aftur til, at minnið versnar. Nervakyknur fara til grundar, og nýggjar kyknur hava ikki gróðrarlíkindi, tí tær ikki verða nýttar. Innlæringarevnini hjá børnum og ungum versna munandi gjøgnum talgildu miðlarnar. Fylgirnar eru trupulleikar at hugsavna seg, innlæringartrupulleikar, ótti, svøvntrupulleikar, fiti og tunglyndi.

 
Á fyrilestrinum verður m.a. granskingin hjá heimskenda, týska heilagranskaranum, Manfred Spitzer, løgd fram, og mælt verður til, at foreldur avmarka skermtíðina hjá børnum fyri at fyribyrgja hugtakinum talgildur demensur. Avleiðingarnar av talgildingini av skúlum og stovnum verða umrøddar.
 

Tað er Gitte Klein, sum heldur fyrilesturin. Gitte Klein er lærari og MA í positivari sálarfrøði, eins og hon lesur Sálarfrøði við Lærda Háskúlan í Aarhus,

   Talgildur demensur Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.