Tíðindasavn


30.09.2015 Inklusjón eydnast best, tá lærarar og námsfrøðingar samstarva á jøvnum føti

Í døgunum 17. og 18. septembur var stór autismuráðstevna í Norðulandahúsinum. Endamálið við stevnuni var at varpa ljós á autismu, og má tað sigast hepnast sera væl. Salurin var stúgvandi fullur av fakfólki, avvarðandi og fólki, sum vóru áhugað í evnunum.


Fleiri áhugaverdir fyrilestrar vóru á skránni, og ein teirra, sum tosaði um inklusjón av næmingum við serligum tørvi í fólkaskúlanum, var Bent Lund Madsen, sum Skúlablaðið hitti aftan á stevnuna til sera áhugavert og gevandi prát.

 

Næmingar við serligum tørvi trívast ikki í fólkaskúlanum
Næmingar við serligum tørvi trívast ikki nóg væl í fólkaskúlanum í Danmark, og tað er ein avbjóðing, sum eigur at verða tikin í álvara, tí øll hava rætt at vera partur av almenna felagsskapinum, sigur Bent Lund Madsen.

 

Kanningar vísa, at ein stórur partur av teimum inkluderaðu næmingunum ikki trívist í fólkaskúlanum, og tað er ein avbjóðing. Heili 40 % av næmingum við autismu hava eina neiliga fatan av skúlagongdini, meðan 60% av næmingunum eru burtur úr skúlanum ávís tíðarskeið. Beint nú ganga 36% av næmingum við autismu, sum áttu at gingið í skúli, ikki í skúla.

 

Ein næmingur við serligum tørvi kostar umleið 300.000 krónur árliga. Tá mann við nýggju skúlaskipanini í Danmark samtykti at 96% av øllum næmingum skulu ganga í vanligum fólkaskúla, segði mann samtíðis, at peningurin skuldi flyta við barninum. Men hetta er ikki farið fram, og úrslitið er, at næmingar ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar.

 

Foreldur uttan kærumøguleika
Næmingar, sum hava ein tørv, sum er minni enn 9 tímar um vikuna, skulu sambært nýggju skúlaskipanini. inkluderast í undirvísingina. Tað er leiðslan á skúlanum, sum ger av, hvussu nógvar tímar einstøku næmingarnir fáa. Og við nýggju fólkaskúlaskipanini hava vit fingið ein etiskan trupulleika, sigur Bent Lund Madsen.

 

Við hesi skipanini hava foreldur mist sín kærumøguleika, tað merkir, at eru tey ónøgd við, hvussu nógvir tímar eru settir av til teirra barn, ber ikki til at kæra, tí avgerðin liggur hjá leiðsluni. Tey hava sostatt mist nøkur rættindi, sum tey høvdu fyrr.

 

Bráðdepil
Donsku skúlarnir hava bráðdepil, sum eru mannað við lærarum og námsfrøðingum. Um ein næmingur, sum ikki hevur nóg mikið av hjálp, kemur í eina støðu, har honum hevur tørv á stuðli, eitt nú um hann hevur sligið onkran ella ein ósemja hevur stungið seg upp, kann næmingurin fara inn á bráðdepilin, til hann aftur megnar at luttaka í vanligu undirvísingini. Á henda hátt kann lærarin, sum hevur ábygd av flokkinum halda fram við floksundirvísingini, meðan onnur taka sær av næminginum við serligum tørvi.

 

Førleikastovur
Førleikastovur eru týdningarmiklar, skal inklusjónin eydnast. Í mun til í Føroyum eru donsku førleikastovurnar eisini mannaðar av einum sálarfrøðingi. Henda skipan ger, at næmingar skjótt verða útgreinaðir. Málið er, at bíðitíðin ikki er longri enn 4 mánaðir. Bent Lund Madsen ristir við høvdinum, tá eg greiði honum frá okkara skipan, har vit av og á bíða upp til trý ár eftir eini sálarfrøðiligari útgreining frá Sernámi.

 

Tíðardimensjónin er sera týdningarmikil, tá talan er um næmignar við serligum tørvi, tí teir skulu hava hjálp sum skjótast fyri at fáa besta úrslitið.

 

Inklusión og úrslit
Í nýggju skúlalógini í Danmark verður sett fram, at 96 av øllum næmingum skulu vera í vanliga fólkaskúlanum. Men inklusjón snýr seg um meir og annað enn fysiska inklusjón. Tað er neyðugt, at næmingurin verður ein partur av sosiala felagsskapinum, og at hann skal fáa nakað burturúr fakliga og sosialt. Krøv verða sostatt sett til inklusjónina, og tí er neyðugt at hugt verður eftir, nær inklusjónin eydnast, og sostatt lýkur krøvini, ið sett eru.

 

Kanningar vísa, at inklusjónin riggar best, tá lærari og námsfrøðingur arbeiða saman. Her verður ikki hugsað um, at námsfrøðingurin avmarkar sítt arbeiði til at stuðla ávísa næminginum við serligum tørvi og kanska nøkrum fáum afturat, soleiðis sum tann mannagongdin vanliga er. Neyðugt er, at lærari og námsfrøðingur samstarva á jøvnum føti, og bestu úrslitini fáast, tá báðir partar leggja undirvísingina til rættis saman, og tá námsfrøðingurin eisini undirvísir. Tað vil siga, at hann hevur sama leiklut sum lærarin, men tað, sum partarnir báðir undirvísia í, er ymiskt. Lærarin undirvísir í lærugreinum, meðan námsfrøðingurin undirvísir í sosialari samveru og tekur eitt nú trivnaðarspurningar upp. Sostatt er tað fakliga lærarans ábyrgd, meðan tað sosiala er ábyrgd námsfrøðingsins. Báðir partar hava felags ábyrgd. Tá samstarvið fer fram á henda hátt, eydnast inklusjónin allarbest, og tí verður hesin hátturin viðmældur. Førleikar, samstarv og tíð ella tað fíggjarliga eru altavgerandi, skal inklusjónin eydnast.

 

TEKSTUR: Gitte Klein

 

   Inklusjón eydnast best, tá lærarar og námsfrøðingar samstarva á jøvnum føti Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.