Tíðindasavn


24.09.2015 Samgongan tekur trivnaðin í álvara

Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið, Mál at fremja, stendur undir yvirskriftini, Dagstovnar og fólkaskúli: “Samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki”.

 

Í 2007 varð fyrsta kanningin um happing í fólkaskúlanum gjørd. Kanningin vísti í stuttum, at 15% av spurdu næmingunum kendu seg happað, at happingarmynstrið líkist tí í okkara grannalondum, dreingir vóru í størri mun partur av happingini og at eyðsýndur munur ikki var millum stórar og smáar flokkar/skúlar.

 

 

Arbeiðsbólkur varð settur at greina úrslitini í kanningini, og tey løgdu sjey tilmæli fram:

 

1. At kanna happing millum skúlanæmingar og luttøka í altjóða kanning um

trivnað.

 

2. Trivnaðarætlanir í skúlunum

 

3. Ábyrgdarpersónar/toymi á hvørjum skúla

 

4. Lærarar fáa tíð til at arbeiða við at menna sosialar førleikar hjá næmingum

m.a í sambandi við happing

 

5. Eftirútbúgving av lærarum og skúlaleiðarum

 

6. Undirvísingartilfar

 

7. Heimasíða um happing

 

 

Tilmælini eru nágreinað í frágreiðingini, sum arbeiðsbólkurin læt úr hondum. Misjavnt er, hvussu tilmælini hjá arbeiðsbólkinum eru sett í verk. Eingin ivi er tó um, at kanningin bæði so og so setti happing í brennidepilin. Skúlar hava arbeitt miðvíst við trivnaði fyri at fyribyrgja og basa happing. Hinvegin eru tað tey, sum leggja alla ábyrgd fyri happing á skúlan og lærarar, hóast vit vita, at skúlin ikki kann basa allari happing og mistrivnaði í samfelagnum.

 

 

Arbeiðsbólkurin mælti til at gera nýggja kanning í 2010. So var ikki, men nýggj kanning var gjørd í november í 2014. Nýggja kanningin vísir, at talið av teimum, sum kenna seg happað, er minkað eitt vet, úr 15% niður í 13%. Hugsast kann, at tað eru átøkini í samband við kanningina í 2007 sum hava gjørt mun. Vit vita sjálvandi at ein minking í prosentum ikki kann brúkast til nakað sum helst hjá einstaka næminginum og avvarðandi, sum eru fyri happing. Hóast tað er talan um eina minking, og arbeiðið við trivnaði er eitt áhaldandi arbeiði. Í frágreiðingini til nýggju kanningina verður víst á broytt ástøði um happing, grundað á nýggj granskingarúrslit og kanningar. Í fyribyrgjandi arbeiðinum eigur dentur at verða lagdur á trivnað heldur enn einsíðugt á happing.

 

 

Enn bíða skúlar spentir eftir teimum átøkum, sum eru fráboðað, men ikki sett í verk, í kjalarvørrinum á nýggju kanningini. Skúlafólk fegnast um orðingina, at samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki. At dagstovnar og miðnámsskúlar eisini verða nevndir í hesum høpi, er allarhelst ein ásannan av, at umráðandi er, at arbeiðið við trivnaði byrjar, áðrenn børnini fara í skúla, og at trupulleikin við trivnaði millum miðnámsskúlanæmingar er blivin meira sjónligur. Á fólkaskúlaøkinum hava vit nú tvær kanningar við tilmælum, sum avvarðandi myndugleikar kunnu byggja átøk á. Skúlarnir taka trivnaðin í álvara, men lærarar vilja hava neyðugu umstøðurnar og amboðini til at arbeiða við trivnaði.

 

 

   Samgongan tekur trivnaðin í álvara Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.