Tíðindasavn


18.09.2015 Áhugavert miðnámsrit

Í sjeynda Miðnámsriti eru viðtal við formenn í trimum fakfeløgum hjá lærarum. Blaðið spyr teir um útbúgvingarpolitikk, brúgvagerð ímillum útbúgvingar, samstarv og annað.


Í november í fjør skipaði Føroya Studentaskúli og HF-skeið fyri temadegi um eftirmeting. Kirsten Brix helt eitt upplegg henda dagin, og hevur hon skrivað grein um tað, ið hon nevnir Kvalitativ eftirmeting, har hon deilir vitan, royndir og praksis við aðrar lærarar.


Frá Kristin Lange er grein, sum eitur Meditatión á tímatalvuni. Hon greiðir frá royndum við meditatión í undirvísingini. Sambært útsagnum frá næmingum hevur meditatión góða ávirkan á læringina.


Miðnámsskúlin á Kambsdali er farin undir serbreyt. Óli Wolles hevur skrivað um breytina og spyr, um fólk við menningartarni nú eisini skulu ganga í miðnámsskúla. Hann svarar við grundgevingum, har hann millum annað vísir á ST-samtyktir um mannarættindi.


Rógvi Thomsen hevur grein, sum hann nevnir Undirvísing ella læring:) Læring hjá teimum ungu í tí seinmodernaða samfelagnum. Greinin lýsir undirvísing, læring og menning av identiteti hjá teimum ungu á føroyskum á miðnámi, serliga tí gymnasiala.


At enda hevur Olav Avsalonsen grein í røðini um búskaparliga hugsan, hesaferð um Hermann Gossen, ið var ein av minni kendu undangongumonnunum innan marginalismuna í 19. øld.


Miðnámsrit kom fyrstu ferð út í mars 2014.

 

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson.

 

Tað ber til at lesa nýggjasta miðnámsritið og tey undanfarnu á hesi slóðini: http://www.fh.fo/00288/

 

 

   Áhugavert miðnámsrit Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.