Tíðindasavn


15.09.2015 Herálvur á fund í NLS

Síðst í hesum mánaðinum skipar NLS fyri forbundsseminari.

 

NLS stendur fyri Nordiska Lärarorganisationers Samråd, og Føroya Lærarafelag er limur. Umboð úr nevndum og umsitingum í fakfeløgunum fyri fólkaskúla-, miðnámsskúla- og dagstovnaøkið í Norðurlondum hittast annað hvørt ár til sokallað forbundsseminar. Her verður tosað um skúla- og fakfelagspolitikk, hvat hendir í teimum ymsu londunum á skúla- og útbúgvingarøkinum og annað mangt.

 

Á seminarinum í NLS 28.-30. september, sum verður í Bergendal í Sollentuna í Svøríki, umboðar formaður Føroya Lærarafelags felagið. Evnið hesa ferð er samskifti og meiningarmyndan - ein vegur til betri lærarastatus.

   Herálvur á fund í NLS Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.