Tíðindasavn


21.09.2015 Tríggir skúlar í vesturøkinum samstarva um 10. flokk

Sørvágs skúli, Skúlin á Giljanesi og Vestmanna skúli eru farnir í samstarv um 10. flokk

 

Tað eru skúlastjórin í Sørvágs skúli, Jóannis Joensen, og fyrrverandi skúlastjórin í Skúlanum á Giljanesi, Regin Marnersson, sum hava lagt leistin til samstarvið, sum er komið í lag millum teir tríggjar skúlarnar í vesturøkinum. Síðan er Vestmanna skúli komin uppí.
- Vit miða eftir, at uml. 40 næmingar halda fram í 10. flokki hvørt skúlaár, sigur Jóhannis Joensen.

 

Tveir dagar um vikuna eru næmingarnir í 10. flokki í hesum trimum skúlum saman í ymsum breytatilboðum, sum hesir skúlarnir hvør í sínum lagi bjóða.
- Vit vænta, at næmingarnir fáa eitt betri og fjølbroyttari tilboð, soleiðis at næmingarnir støðast í nærumhvørvinum. Samstarvið gongur út uppá, at næmingarnir eru saman, tá ið teir hava breyt; hinar dagarnar eru teir í skúlanum, har teir ganga, til vanliga undirvísing, sigur Annbritt Toftegaard, sum hevur tikið við sum skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi.

- Vit vilja vísa á, at 10. flokkur er eitt gott val til ungdóm, sum ynskir eitt øðrvísi tilboð og sum ynskir at styrkja seg fakliga og menniskjaliga. Vit halda, at næmingar hava góðar møguleikar at betra sínar førleikar og próvtøl við at taka 10. flokk. Tann búningin, sum hendir í 10.flokki, skal ikki undimetast. 10.flokkur eigur at vera eitt tilboð til tey, ið bíða, til tey eru klár til víðari lesnað ella arbeiði. Vit síggja, at fleiri fara á miðnám, sum ikki eru búgvin. Fólkaskúlin eigur at taka hetta í álvara, sigur Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvágs skúla.

 

Í Skúlanum á Giljanesi eru breytirnar smíð og køkur, í Sørvágs skúla eru breytirnar náttúrubreyt og køkur, og í Vestmanna ítróttarbreytin og íverksetanarbreytin.
- Vit vóna, at samstarvið verður útbygt, sigur Annbritt Toftegaard.

 

Sambært yvirlitinum yvir næmingar, ið Mentamálaráðið hevur, ganga 3 næmingar í 10. flokki í Skúlanum á Giljanesi, 11 næmingar í Sørvágs skúla og 13 næmingar í Vestmanna skúla.
- Vanliga er talið á næmingum í 10. flokki í Skúlanum á Giljanesi væl hægri, men hesin árgangurin er ógvuliga lítil, og fleiri næmingar hava valt at fara aðrar leiðir hetta skúlaárið, kanska tí at 10. floks tilboðið ikki hevur verið nóg spennandi; nógv eru farin á miðnám og uttanlands á eftirskúla, sigur Annbritt Toftegaard.

 

Samstarv hevur áður verið um 10. flokk millum Sørvágs skúla og Skúlan á Giljanesi, men tað datt niður fyri fyri nøkrum árum síðan.

 

Avvarðandi kommunur rinda fyri buss, soleiðis at næmingarnir kunnu ferðast ímillum.

 

Mynd: Birgir Kruse

   Tríggir skúlar í vesturøkinum samstarva um 10. flokk Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.