Tíðindasavn


09.09.2015 Meðan vit bíða

Fyri summarferiuna hevði Føroya Lærarafelag fund við Fíggjarmálaráðið, har vit handaðu okkara krøv og samstundis fingu teirra krøv. Hetta er vanlig mannagongd, tá sáttmálasamráðingar standa fyri framman. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

 


Síðan tá er einki hent, bæði vegna summarferiu og tí at løgtingsval varð útskrivað.

 

Løgtingsvalið er avgreitt, og vit vita, hvørji eru vald. Í skrivandi stund hoyri eg í KvF,  at samráðingarleiðarin Aksel W. Johannesen væntar, at nakrir dagar ganga, áðrenn alt er endaliga avgreitt, og nýtt landstýri kann fara til verka.

 

Tað verður spennandi at síggja, hvussu vallyftini fara at síggjast aftur í játtanini til skúlaverkið.

 

Neyvan kann nøkur stór broyting væntast at síggjast í sjálvum skúlunum hetta skúlaárið, tí tímajáttanin er latin, og skúlarnir eru farnir til verka. Førleikastovurnar, sum høvdu byrjunartrupuleikar, eru alt meiri mentar við røttum lærarakreftum, sum kemur næmingum til góðar, eingin ivi um tað. Mentamálaráðið hevur við skiftandi mentamálaráðharrum síðan 2009 miðvíst arbeitt við at útbúgva lærarar til at kunna lofta og menna næmingar við serligum tørvi. Árini 2013-15 hava skeið verið hildin, serliga ætlað lærarum av geva enn betri frálæru til næmingar við serligum tørvi, umframt at ein bólkur av lærarum taka eyka útbúgving sum støddfrøðivegleiðarar. Tíðin fer at vísa, at hesi skeið og útbúgvingar eru ein góð íløga.

 

Hóast ymisk tilboð eru ment, og hóast førleikastovurnar megna at lyfta og menna nógvar næmingar, ja, so eru tíverri framvegis nógvir næmingar í skúlunum, sum ikki kenna seg aftur í tilboðunum, tí tey eru óviðkomandi fyri tey. Her hugsi eg um næmingar, sum skara framúr á ymiskan hátt, nøkur eru flogvit, onnur serfrøðingar innan ávís evni, onnur eru fakliga væl fyri, men hava sosialar avbjóðingar o.l. Tað hevði verið gott, um Mentamálaráðið skapar fleiri sertilboð. Hugsi um tilboð, har næmingar sleppa at menna seg gjøgnum skapandi arbeiði, ikki einans bóklig. Tær skapandi og kreativu lærugreinirnar eru afturúrsigldar, hóast vælmeinandi setningar í nýggju námsætlanum. Á henda hátt kann hugsast, at allir næmingar fáa eina góða og mennandi skúlagongd.

 

Flest allir lærarar hava gjørt, ella eru í ferð við at gera, sína virksemisætlan saman við skúlaleiðaranum. Tað ljóðar sum ein joke, men tað vísir seg, at nú er spart ov mikið við tíðini, sum lærarar fáa til at útinna tær ymisku uppgávurnar. Nevnast kann, at lærarar hava trupult við at fáa tíð til at menna fakligar og sosialar førleikar við tiltøkum, sum fella uttan fyri tímatalvuna, t.d. hugnaløtur, floksveitslur, framvísingar  av ymiskum slag, útferðir, seturskúla o.l. Tað er bæði synd og skomm, um Mentamálaráðið fer at apa seg eftir donskum politikarum, sum hava spinkað og spart við tíðini til læraran við tí úrsliti, at skúlin har, sum heild, er at sammeta við skúlagongdina undir 2. heimsbardaga: 1 lærari til 28-30 næmingar, sum fáa frálæru innan fyri skúlans gátt!

 

Eg bíði spent, til nýggi landsstýrismaðurin við skúlamálum sleppur til verka, gleði meg at síggja hann byggja góðar og mennandi varðar innan skúlagátt.
 

   Meðan vit bíða Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.