Tíðindi

Tíð til einstaka næmingin

Skipanin við einum lærara til 24 ella 26 næmingar røkkur ikki. Næmingarnir hava tørv á tíð saman við sínum lærara, og lærarin má hava tíð til bæði at undirvísa flokkinum og at vera um næmingarnar ein og ein. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

21.02.2024

Tá lærarin undirvísir flokkinum, so røkkur hann einum stórum parti av næmingunum, men sjáldan øllum. Tí má hann eisini hava tíð at seta seg saman við næmingunum ein og ein ella í smærri bólkum. Næmingarnir hava brúk fyri, at lærarin fær sett seg saman við teimum ein og ein, tað kann vera fyri at greiða frá einum fakligum samanhangi, tí næmingurin hevur okkurt at siga læraranum, tí ein tilburður hevur verið í fríkorterinum, ella fyri at lærarin kann vísa áhuga fyri næminginum – tað kann bæði vera í fakinum, í skúlanum ella í frítíðini.

Løturnar løna seg tíggjufalt aftur, tá lærarin hevur tíð at geva næminginum uppmerksemi og at hjálpa honum í tí støðu, hann er í. At lærarin hevur tíð at seta seg við einstaka næminginum, kann gera munin, at næmingurin lærir tað, ið setningurin er, trívist í skúlanum og gerst ein partur av flokkinum.

Í skúlanum er veruleikin tíverri alt ov ofta tann, at ein lærari er einsamallur við 24 og upp í 26 næmingar, og hetta hendir á øllum floksstigum. Tá næmingurin situr í flokkinum við 26 næmingum og hevur tørv á at fáa læraran at hjálpa sær eina løtu, er lítil møguleiki at fáa orð á læraran, tí tað eru so nógvir aðrir næmingar, ið eisini vilja hava fatur á læraranum. Hendan støðan er mangan ómøgulig hjá læraranum at loysa, og umstøðurnar kunnu elva til, at tað eru tey, ið rópa harðast, ið verða hoyrd, og teir stillu næmingarnir gevast og bara seta seg at bíða. Hetta er veruliga støðan í nógvum flokkum, og tá eru umstøðurnar hjá næmingunum at læra og trívast ikki góðar. Lærarin trívist heldur ikki í hesum umstøðunum.

Skulu vit gera skúlan betri, so skulu vit fyrst av øllum geva læraranum betri tíð til einstaka næmingin. Tveir lærarar til hvønn flokkin er eitt boð um, hvussu skúlin kann gerast betri, og tað hevði givið lærarunum tíð til at tikið sær av hvørjum næmingi sær. Um tveir lærarar vóru í flokkinum heldur enn ein, so kundi lærarin rokkið næmingunum, ið hava tørv á vegleiðing og hjálp frá læraranum, so at tey læra og trívast í skúlanum.  

Nú aðalorðaskiftið um fólkaskúlan er í Løgtinginum, verður sjóneykan sett á fólkaskúlan eina løtu, og tað er gott og tiltrongt. Fólkaskúlanum tørvar bæði dagføringar í innihaldi av skúlanum og íløgur, men mest av øllum er tørvur á, at lærarin fær betri tíð til hvønn einstakan næming, og tað krevur fleiri lærarar.

Vit sleppa ikki undan, at tað kostar at fáa fleiri lærarar í skúlan. Politiski myndugleikin sigur seg vera sinnaðan at raðfesta fólkaskúlan, men tá órógvar tað, soleiðis sum fólkaskúlin varð viðfarin í telvingini í fíggjarnevndini, tá fíggjarlógin fyri 2024 var til viðgerðar. Tá ið talan er um fíggjarlógaruppskotið, misti fólkaskúlin 1,2 milliónir, 700.000 kr. vóru tiknar frá fólkaskúlanum og latnar Undirvísingarstýrinum, og 500.000 kr. vórðu síðan tiknar av játtanini, uttan aðrar viðmerkingar. Vit undrast, tí tað er ikki samsvar ímillum tað, sum verður sagt, og tað, sum verður gjørt.

Skipanin við einum lærara til 26 næmingar røkkur ikki. Tíðin, sum lærarin hevur til einstaka næmingin, er alt ov lítil, tá so nakrir næmingar eisini krevja nógv uppmerksemi frá læraranum, so verða tað aðrir, ið ikki fáa tað, teimum tørvar. Skulu vit gera fólkaskúlan betri, so eiga vit sum tað fyrsta at seta fleiri lærarar at vera um næmingarnar, tvílæraraskipanin eigur at vaksa munandi, tað fer at løna seg og geva næmingunum líkinda umstøður at læra og at trívast.

Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, formann í Føroya Lærarafelag, í Skúlablað nr 1, 2024, sum júst er komið.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.