Tíðindi

Tímatalið í handaligu lærugreinunum eigur at verða størri

– Tað handaliga er ein so stórur partur av okkara holistisku tankagongd, at vit mugu hava tað meira í fólkaskúlanum. Vit eiga at hækka tímatalið í handverki og list í øllum flokkum, og vit áttu eisini at umhugsað at havt handverk sum kravda lærugrein í hádeild, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.

28.06.2022

Fólkaskúlin fokuserar ov nógv upp á persónlig avrik hjá næmingunum, og man gloymir tí at hugsa um heila menniskjað. Tað heldur Eyðun Gaard, stjóri í Námi, sum stúrir fyri, at næmingar av tí sama eru undir einum óneyðugum fakligum trýsti.

– Vit hava upp á ein máta fingið ein testgrundaðan skúla, har man við royndum og próvtølum mátar, hvussu væl man dugir fakliga niður á eitt pappír. Tað er ikki gott, sigur Eyðun Gaard.

Hann vísir á, at seinastu árini hevur effektivisering verið eitt rák í Norðurlondum.

– Hetta er nakað, sum byrjaði í 00’unum. Man skal vera effektivur og avrika. Men hetta avrikssamfelagið skapar ein ungdóm, sum er meira ella minni strongdur. Kanska skulu vit anda djúpari inn og spakuligari út, sigur hann.

Rákið við effektivisering sæst sambært stjóranum í Námi eisini aftur í skúlahøpi.

– Tá man tosar um útbúgving, so tosa politikarar ofta um, hvussu man kemur skjótast ígjøgnum útbúgvingarskipanina, so man verður so produktivur á arbeiðsmarknaðinum sum møguligt. Eftir fólkaskúlan skal man í miðnámsskúla fyri so at skunda sær á hægri útbúgving, so man helst er klárur at fara á arbeiðsmarknaðin sum 25 ára gamal. Og ongantíð betri, um man eisini fær sær eina ph.d., sigur Eyðun Gaard.

– Tað er eitt øgiligt trýst at leggja á okkara ungu. Øll skulu altso ikki vera professarar, sigur hann.

Í Danmark snakkar man um fyribrigdið “12-talsgentur”, sum verður brúkt um gentur, sum leggja so nógv fyri í skúlanum, at tær altíð fáa 12.

– Har sæst eitt týðiligt rák, har genturnar verða strongdar av, at tær ikki klára seg best í øllum. Samstundis eru vit í Føroyum farin at brúka ein 12-talsstiga, sum tekur útgangsstøði í, at klárar tú alt, so fært tú 12. Tað vil siga, at alt undir 12 er “óperfekt”. Fært tú eitt 7-tal, sum annars er fínt úrslit, er tað sambært idealinum ikki nóg gott, tí so ert tú ikki “perfektur”, sigur Eyðun Gaard, sum roknar við, at hetta kann ávirka sálarligu heilsuna hjá teimum ungu.

– Kanska hetta kann vera við til at forklára, hví so nógv ung eru strongd, hava angist og so framvegis. Sosialir miðlar og “likes” eru uttan iva eisini ein partur av trupulleikanum, tí har snýr tað seg eisini nógv um at vísa eitt glansbílæt av sínum egna lívi. Vit eru nú so bundin at miðlum at vit spegla okkum bara í tí uttara menniskjanum í staðin fyri at spegla okkum í tí, sum vit innihalda sum mennskju. Alt hongur saman við hesum rákinum, har man skal vera effektivur og perfektur í hesum avrikssamfelagnum, sigur hann og leggur aftrat:

– Stóri trupulleikin er, at tú endar við at oyðileggja teg sjálvan, tí tú hevur gjørt øllum øðrum enn tær sjálvum til vildar.

Eyðun Gaard vísir á, at hetta rákið av álvara vant upp á seg í Føroyum aftan á 2006, tá fyrsta føroyska PISA-kanningin var hildin. Ringa úrslitið hjá føroysku næmingunum í mun til javnaldrandi í grannalondunum skapti nógv kjak um fakliga støðið hjá føroyingum.

– Man mátti reagera upp á hetta sjokk-úrslitið. Tað gjørdi man so við at leggja fleiri tímar aftrat í lærugreinum sum støddfrøði, føroyskum og náttúru og tøkni. Eisini broytti man landsroyndirnar. Alt fyri at fáa støðið hjá næmingunum upp. Tað merkti so, at próvtøkufakini vunnu fram, meðan handaligu og skapandi lærugreinarnar ikki blivu raðfestar líka høgt.

Hetta heldur Eyðun Gaard vera sera spell, tí hann sær nógv virði í hesum kreativu lærugreinunum. Men sum nú er, eru hesar lærugreinirnar skipaðar í sonevndu P-faksskipanini, har næmingar skifta ímillum at hava hvørja lærugrein í umleið 6 vikur.

– Eg haldi lítið um hasa skipanina. Tað merkir í grundini, at man ikki ordiliga fær fordjúpað seg í til dømis smíð. Tú fært ikki gjørt nakað størri projekt, tí tú hevur bara seks vikur. Er man sjúkur eina viku, so missir man longu nógv. Tað kann slett ikki samanberast við at hava fakið í eitt hálvt ella heilt ár, sigur Eyðun Gaard, sum heldur, at handaligu og skapandi lærugreinirnar eiga at fáa nógv størri rúmd í fólkaskúlanum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2022


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.